Tað er ongantíð so neyðugt sum nú at vera á á varðhaldi

Tað hevur ongantíð verið so neyðugt sum nú, at vit eru á varðhaldi. Tað sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin, eftir landsfundin leygardagin. Hann heldur, at hendan samgongan hevur lagt seg skerflata fyri alt, sum er óføroyskt, og sum kemur inn á okkum uttan eftir. Hann heldur nevniliga, at nógv størsti vandin liggur í, at eftir hansara tykki er samgongan miðvíst í ferð við at flyta samfelagið burtur frá teimum kristnu grundvirðunum, tað føroyska samfelagið er bygt á.

 

Her hugsar hann um broytingarnar í hjúnabandslógini, soleiðis at tað nú er loyvt hjá samkyndum at giftast. Sostatt gjørdi samgongan seg inn á tað trygga, kristna grundarstøðið«, segði hann á landsfundinum. Í hesum sambandi hugsar hann eisini um skjalið, har hendan samgongan hevur orðað, hvønn javnstøðupolitikk, hon ætlar at føra. Jenis av Rana sigur, at tað er vandamiklasta skjal, sum er til á føroyskum, og tað skal burturbeinast, leggur hann dent á.

 

Hann vísir somuleiðis á, at samgongan hevur eisini broytt revsilógina, so at nú verður »anal samlega partur av vanliga samlegu hugtakinum«. Men hann heldur eisini, at tað er neyðugt, at tann kalda hondin hjá hesi samgonguni verður tikið av vinnuni.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jenis av Rana greiða frá tí tíðindunum á FM1, hví hann heldur, at tað hevur ongantíð verið so nógv brúk fyri Miðflokkinum nú, sum nú