Tað er ørkymlandi at fólk ikki lurta eftir ávaringunum

– Óteljandi bilar stóðu fastir í kavanum og hóast ávaringar, vóru tað nógv, sum fóru í fjøllini, eisini við smábørnum

Fólk, sum ikki lurta eftir ávaringunum, tarna arbeiðnum rættiliga illa, sigur løgreglan. Myndin er frá Landsverki

Løgreglan hevur havt úr at gera í kavarokinum, sum hevur verið um vikuskiftið. Um vikuskiftið ávaraði Landsverk fleiri ferðir um, at koyrilíkindini vóru ring og viðhvørt varð eisini ávarað ímóti at koyra á summum vegastrekkjum yvirhøvur.

 

Men løgreglan sigur, at hóast ávaringarnar vóru tað heilt nógvir bilførarar, sum settu seg upp ímóti tí og royndu kortini. Úrslitið var eisini, at fleiri bilar stóðu fastir alla møguliga staðni, bæði innannbíggja og uppi í fjøllunum ímillum bygdir.

 

Løgreglan sigur, at tað vóru óteljandi bilar, sum stóðu fastir og fólk fóru eisini í fjøllini við bili við smábørnum í og teimum royndi løgreglan at bjarga. Og tá ið tey so stóðu føst, ringdu tey til løgregluna at biðja um hjálp.

 

Annars vóru tað mong, sum fingu at vita, at tað var so nógv at gera, at tey máttu geva tol og tað vóru tey, sum sótu í tveir, tríggjar tímar í bilinum. Men summi høvdu fyrireikað seg, tí tey høvdu bæði mat og drekka við.

 

Løgreglan sigur, at umframt at seta seg í vanda, er tað eisini til stóran ampa fyri arbeiðið at grava kavan av vegnum, at fleiri bilar standa fastir, ofta meiri enn minni mitt á vegnum.

 

Men sum heild halda tey á løgregluni, at tað er rættiliga ørkymlandi, at fólk ikki taka ávaringarnar í álvara, tí tað elvir til til ómetaliga stórt stríð, sum annars er óneyðugt.

 

Annars brúkti Løgreglan eisini nógva tíð upp á at koyra full fólk til hús, sum vóru farin í býin, men sum vóru so full, at tey vunnu ikki til húsar aftur, men lógu avdottin í kavanum. Men tað var so kalt, at har høvdu tey ikki yvirlivað náttina so tey máttu koyrast heim.

 

Fólk, sum ikki lurta eftir ávaringunum, tarna arbeiðnum rættiliga illa, sigur løgreglan. Myndin er frá Landsverki