Tað er nógv á skránni í Skopun í dag

Sandoyarstevna, sum varð sett í Skopun í gjár, heldur fram í dag. og nú klokkan 14 lata fleiri tiltøk upp.

Sandoyarstevna er í Skopun hetta vikuskiftið. Stevnan skiftir millum kommunurnar í Sandoynni, og nú Skopun eigur stevnuna, verður nógv gjørt burturúr.

 

Tað var kendi tíðindamaðurin, Øssur Winthereig, sum setti stevnuna tíðliga í gjárkvøldið, og síðan vóru ymisk tiltøk á stevnuøkinum, til kvøldið endaði við diskoteki í Samljóði.

 

Í dag letur stevnuøkið upp klokkan 14, og gjøgnum allan dagin og út á kvøldið verður nógv ymiskt á skránni, bæði til børn og vaksin.

 

Klokkan 23.30 í kvøld verður felagssangur, og síðan verður midnáttarrøða við Mads Andreas Winther. Kvøldið endar við dansi í Samljóði, har Sommersons Band spæla, og her verður 16 ára aldursmark.

 

Tað verður nú klokkan 14 í dag, at stevnuøkið í Skopun letur upp.

 

Her verður kaffistova, tivoli við hoppiborg, tarvi, fiskibrunni, stevnuballónum og øðrum, og her verður eisini tombola, eydnuhjól og andlitsmáling. Norðan fyri Samljóð verður djóragarður, og á stevnuni verður eisini ponyríðing.

 

Av øðrum tiltøkum í Skopun í dag kunnu nevnast, at Dansistovan, Aleksandersahús og Luddahús fara at hava opið, og klokkan 16 verður hugnaligt tiltak við kassastápling og togtogan við bálstaðið hjá skótunum. Skótar fara eisini at grilla skúmgæti saman við børnum. 

 

Klokkan 18 í kvøld verður byrjað at grilla stevnubúffar, og klokkan 19 verður sangløta við Ólavi og Holgari.

 

Tíðliga í kvøld verða eisini nakrar tónleikaframførslur, har Danny Baldursson - frá Danny & The Veetos - fer at framføra, og seinni verður framførsla við Herborg Torkilsdóttir. 

 

Sum vit nevnu, endar kvøldið við felagssangi, midnáttarrøðu og stórdansi í Samljóði.