- Klára vit ikki at tálma útreiðslunum, fáa vit aldrin tamarhald á búskapinum!
Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú beint áðrenn løgtingið fór í eina stutta fólaferiu til mánadagin.
Hann vísir á, at á fíggjarlógini fyri næsta ár er ætlanin at útreiðslurnar skulu hækka ímillum trý og fýra prosent.
Tað er alt ov nógv og við so stórum útreiðsluvøkstri, slepst ikki undan, at vit rena okkum í ein vegg, tá ið fiskiskapurin minka aftur, og inntøkurnar aftur fara at minka sigur hann
Hann heldur, at tí mugu allur flokkar í Løgtinginum semjast um at tálma útreiðsluvøkstrinum.
- Tað er einki fantilsi á, hvussu útreiðslur veksa, sigur hann.
Men hann leggur dent á, at hetta er ikki bara galdandi fyri hesa samgonguna, men við hesari gongdini fara vit longur og longur burtur frá einum sjálvberandi búskapi.
- Tað hevur alstóran týdning, at vit tálma útreiðsluvøkstur, tí vøksturin kann ikki vera so stórur, sum hann er nú.
- Skal samfelagið bera ein so stóran útreiðsluvøkstur sum nú, mugu nógv hægri gjøld leggjast á vinnuna, og tað ber ikki til.
Vit vera í øllum førum noydd til at útvega vinnuni fría marknaðaratgongd í ES, áðrenn talan kann vera um, at hon kann kasta meiri av sær til samfelagið, heldur hann.
Men hann heldur rætt og slætt, at vit mugu fáa eina tjóðarsemju um, hvussu nógv útreiðslurnar skulu veksa.
- Allir flokkar mugu gera eina avtalu, har vit binda okkum til, at útreiðslurnar mugu undir ongum umstøðum veksa meiri enn eitt prosent um árið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at samgongan er fullgreið yvir, hvussu stóran týdning, frí marknaðaratgongd hevur, og tí er tað eitt mál, samgongan fer at leggja stóran dent á.










