- Tað byrjaði við Owen og Fowler

Andrias H. Eriksen sigur sínar hugsanir um komandi kappingarárið í Premier League

Eftir 76 dagar langan steðg byrjar Premier League endiliga aftur í leygardagin. Tað er ongin loyna, at nógvir føroyingar eru eldhugaðir fjepparar av liðum í fremstu bretsku fótbóltskappingini, og hjá nógvum av hesum fyllir Premier League sera nógv í vikuskiftunum.

 

Í gjár varð Páll Guðlaugsson spurdur um sínar vónir til komandi kappingarárið, og í dag er tað Andrias H. Eriksen, ið vit kenna sum miðverja hjá B36, ið sigur sínar hugsanir um komandi kappingarárið í Premier League. Um Andrias kann eisini sigast, at í síðsta landsdysti hjá U21-landsliðnum, ið var ímóti Aserbadjan á Svangaskarði, var tað Andrias, sum var liðskipari. 

 

Hvørjum liði heldur tú við í Premier League og hví?

- Eg haldi við Liverpool. Minnist meg rætt, so byrjaði eg at halda við teimum, tá ið eg gekk í 1. flokki. Meg minnist, at eg spældi FIFA 2000, har Michael Owen og Robbie Fowler vóru í álopinum hjá Liverpool. Tað er nokk har, at tað er komið frá.

 

Hvør vinnur Premier League í ár?

- Liverpool-fjepparar plaga altíð at siga, at hetta er okkara ár, men eg vænti, at Chelsea endurvinnur meistaheitið.

 

Hvørjum leikara væntar tú tær nógv av?

- Eg gleði meg at síggja um Jordan Henderson megnar at lyfta arvin eftir Steven Gerrard sum liðskipari hjá Liverpool.