Hendrik Jacobsen
Tróndur Mikkelsen flutti av landinum í 2020 at royna seg sum yrkileikara í hondbólti. Fyrst flutti hann til Danmarkar at spæla við SUS Nyborg, har hann spældi í eitt ár. Síðan flutti hann til Stavanger í Noregi, har hann var í tvey ár við liðnum Viking Stavanger, og nú er hann búsettur í norska býnum Kristiansand, har hann spælir við Kristiansand Topphåndball.
Ætlar tú at lesa, samstundis sum tú spælir hondbólt?
- Ja, tað er ætlanin. Eg ætli mær at lesa, og eg havi roynt at funnið okkurt at lisið, men tað hevur verið eitt sindur torført. Her eru fleiri hondbóltsleikarar, sum lesa, meðan teir spæla hondbólt uttanlands. Trupulleikin er bara, at tá mann spælir hondbólt, so veit mann ikki altíð, hvar mann er um tvey-trý ár, tí sum oftast skiftir tú lið og harvið eisini bý ella kanska enntá land. Eg havi sáttmála her í Kristiansand í tvey ár, og ein bachelor tekur ofast trý ár, so eg bindi meg til universitetið í trý ár, um eg velji at byrja upp á eina útbúgving. Um eg til dømis so skrivi undir sáttmála við eitt danskt lið, tá mín sáttmálið her í Kristiansand er útrunnin, verði eg noyddur skifta universitet. Tú kanst ikki altíð lesa tað sama á øllum universitetum, so um eg skifti universitet, er tað ikki vist, at eg kann brúka mína norsku útbúgving á einum donskum universiteti. Tað ger tað nokk so roksut. Tí er tað lættasta at finna okkurt, sum eg kann lesa á netinum, so eg kann taka tað við mær á telduni heldur enn at skifta universitet, tí eg ikki kann gerast liðugur við mín lesnað. So um eg veit, at eg kann taka mína útbúgving við mær, hóast eg kanska ikki eri her um tvey ár, so verður tað helst tað, eg velji. Eg havi ikki tó ikki funnið ta røttu útbúgvingina enn, sum hevur mín áhuga.
Hevur tú alla tíðina roynt at funnið okkurt at lisið?
- Fyrsta árið, tá eg spældi í Danmark, royndi eg ikki at finna nakað. Tá eg búði í Stavanger, var tað nokkso ringt at fara undir lesnað beinanvegin, tí eg hevði ringt við at skilja norskt nóg væl til at fara undir eina útbúgving. Her í Kristiansand fann eg so umsíðir okkurt, men vit venja oftast um morgnarnar, samstundis sum fyrilestrar eru, so eg misti nógvar fyrilestrar. Eg spurdi mín lestrarvegleiðara, um tað gav meining at halda á fram við lesnaðnum, tá eg nú misti so nógvar fyrilestrar. Hon helt, at tað nokk var best, um eg fann okkurt á netinum, so eg kundi fáa alt við og fylgja við fyrilestrunum umvegis netið. So segði eg ta útbúgvingina upp, og í dag leiti eg eftir einari aðrari útbúgving at fara í holt við.
Hvussu sær tín gerandisdagur út sum yrkishondbóltsleikari?
- Vit venja hvønn dag, fyri uttan tá tað er dystardagur, og byrja oftast dagin við fysiskari venjing frá níggju til á leið ellivu ella hálvgum tólv. Eftir venjing eta vit miðmála saman, og dagarnar upp undir dystardagar hava vit taktikkfund beint eftir miðmála. Klokkan 16 til á leið 18 ella 18:30 hava vit aftur venjing. Eftir tað er tað faktiskt bara at koyra beinini hægst og slappa av. Vit spæla dyst sirka eina ferð um vikuna, og tá tað er dystardagur, kann allur dagurin fara við ferðing, tí Noreg er so stórt. Til dømis um vit spæla móti hondbóltsliðnum í Elverum, koyra vit við bussi í seks og ein hálvan tíma hvønn vegin – altso 13 tímar til samans. Vit fara heimanífrá klokkan átta um morgunin og eru ikki heima fyrr enn klokkan eitt um náttina. Tað er eitt sindur brutalt, men tað er eisini tann longsti túrurin, sum vit fara við bussi. Um vit spæla móti onkrum liði, sum ikki er so langt vekk, ella um vit ferðast við flogfari, eru vit eisini seinir heima aftur, tí dystirnir oftast verða spældir um kvøldið.
Hvussu dámar tær Kristiansand sum bý?
- Mær dámar øgiliga væl Krisitiansand. Eg og føroyski liðfelagin, Helgi Hildarson Hoydal, búgva mitt í býnum, og her stórtrívast vit. Vit búgva tætt við flestu handlarnar, og so er høllin eisini beint við. Eg kundi ikki ynskt mær ein betri bý sum hondbóltsleikari! Um veturin kann tað sjálvandi blíva øgiliga kalt, men annars er Kristiansand ein summarbýur. Um summarið er tað sum at vera í Spania, tí tað verður so heitt!
##med2##
Veitst tú, um Kristiansand er ein góður lestrarbýur?
- Ja, tað er tað. Universitetið her, Universitetið í Agder, er eitt enskttalandi universitet. Har eru øgiliga gott umhvørvi og góðar fyritreytir fyri lesandi. Har ganga eini 8.500 næmingar, og nógvir ungir norðmenn flyta suður til Kristiansand bara fyri at lesa. Her ordiliga gott.
Hvat er tað besta við at búgva í Kristiansand?
- Tað besta man vera summardagarnir. Her ein flott strond, og býurin blomstrar um summarið. Kristiansand er ein býur í Noregi, sum fleiri norðmenn ferðast til um summarið, tí tað verður so heitt. Miðalhitin um summarið liggur oman fyri 20 stig, og í fjør bleiv tað eini 30-35 stig. Tað er fantastiskt!
Hvat er títt mál í framtíðini?
- Eg vóni, at eg kann finna onkra áhugaverda útbúgving í nærmastu framtíð, so eg bæði kann spæla hondbólt professionelt og lesa samstundis.
Hvat vilt tú náa við hondbóltinum?
- At spæla hondbólt professionelt hevði sjálvandi verið tað allar stuttligasta. Nú havi eg akkurát verið við til EM-endaspælið í Berlin, og tað er eitt stórt mál fyri meg sum hondbóltsleikara at koma til altjóða endaspøl regluliga. Innan klubbhondbólt er málið at spæla í Bundesliguni í Týsklandi, sum er tann størsta og besta hondbóltsdeildin í Evropa. Nú skulu vit spæla móti Norður-Makedonia um at koma í HM-endaspælið, og tað eru vit øgiliga spentir uppá. Tað merkist, at ein hondbóltsfepur er í Føroyum í løtuni, so málið hjá okkum er heilt sikkurt at halda fast í tí. Vit droyma um at røkka EM- og HM-endaspælum hvørt ár frameftir!
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024












