Tað verður langur leygardagur í fótbóltinum

Bólturin fer á rull klokkan 15, og knappar fimm tímar seinni verður síðsta bríksl - nakrar minuttir í 19.30

22 umfar í bestu fótbóltsdeildini verður leygardagin. Ofta er leygardagsfótbóltur í bestu deildini, tí landsdystur er í vikuni eftir. Soleiðis er tað ikki hesaferð.

Fyri at fáa kappingina at ganga upp er neyðugt við umfari mitt í viku. Tað verður komandi mikukvøld. Fyri at veita spælarunum ein hvíldardag eyka verður umfarið í vikuskiftinum ikki spælt sunnudagin, men heldur leygardagin.

 

Tveir dystir eru ásettir at vera klokkan 15. Teir eru HB-Víkingur og Suðringar-NSÍ.

Tveir dystir eru ásettir at vera klokkan 16. Teir eru ÍF-B36 og 07 Vestur-Skála.

Síðsti dysturin er ásettur at vera klokkan 17.30. Tað er KÍ-EB/Streymur.

 

23. umfar verður mikukvøldið. Tá sær skráin soleiðis út:

Víkingur-KÍ, NSÍ-HB, EB/Streymur-07 Vestur, Skála-ÍF og B36-Suðringar.

 

Støðan undan 22. umfari

Víkingur 45

KÍ 40

B36 38

NSÍ 36

HB 33

Suðringar 24

Skála 23

EB/Streymur 23

07 Vestur 16

ÍF 9