Tað var sum 11. september

Fólk gjørdust púra frá sær sjálvum, tá eitt hitarør í New York-býlinginum Manhattan brast í gjár

Øll hugsaðu um 11. september, og tað var heldur ikki so løgið, tí gøtumyndin á Manhattan minti nógv um tað, sum hendi í New York fyri skjótt seks árum síðani. Men borgarstjórin var skjótur at sissa býarfólkið.

 

-Hetta var ikki annað enn eitt brek við okkara vatnveiting, segði Michael Bloomberg, eftir at myndugleikarnir høvdu fingið vissu fyri, at talan var um eitt brostið vatnrør og ikki yvirgang.

 

Rørið við tí heita vatninum brast undir einari av gøtunum á Manhattan, og trýstið var so stórt, at vatn og eimur stóðu upp um Chrysler-bygningin, sum er í 77 hæddum. Vatnið og eimurin mintu ikki sørt um dustið og roykin 11. september í 2001.

 

Býarmyndugleikarnir siga, at rørið var frá 1924, og heilsumyndugleikarnir bera nú ótta fyri, at bresturin kann hava slongt nógv asbest upp í loft.