Tað var ikki so álvarsligt sum tað ljóðaði

Annars hevur tað verið stak friðarligt í gjár og í nátt

Í gjárkvøldið vakti tað ans, at nógv neyðsendarakfør vóru at hoyra í Havnini, men tað vísti seg ikki at hava so nógv upp á seg. Løgreglan sigur, at ein maður hevði ringt at boða frá, at eldur var komin í viftuna á baðiverilsinum hjá honum, men hann fekk sløkt eldin sjálvur.

Men tá ið boðað verður frá eldi, verður bundið um heilan fingur, so sløkkiliðið varð boðsent. Løgreglan sigur, at húsini vórðu kannað við einum hitamátara fyri at vita um eldurin hevði breitt seg ímillum skins og hold, men tað hevði hann ikki.

Men tað var fitt av royki og tískil var húsfólkið sent á skaðastovuna at verða kannað fyri roykeitran.

Annars hevur tað verið stak friðarligt í gjárkvøldið og í nátt. Løgreglan var á fundferð at kanna um skeinkistøðini stongdu klokkan 23, sum tey skulu og tað gjørdu tey, so har var einki at finnast at.

Í Eysturoynni var eitt lítið ferðsluóhapp har ein bilur bakkaði á ein garð, men har var eingin fólkaskaði.

Í nátt varnaðist løgreglan eisini at ein bilur stóð parkeraður á einum ávísum staði, har tey vita, at fólk fáast við rúsevni, so tey fóru at kanna málið. Úrslitið varð, at bilførarin er skuldsettur fyri at koyra bil við rúsevnum í blóðinum.