– Tað einasta rætta var at lata Varðan brenna og at brúka kreftirnar upp á køla ammoniakktangarnar
Tað segði Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur á Tvøroyri, á borgarafundinum fyri suðuroyingum nú eitt kvøldið, har fólk fingu høvi til at seta spurningar um alt, sum lá teimum á hjartað í hesum sambandi
Hann vísti á, at eldurin var í tí gamla partinum av virkinum, sum er gamla flakavirkið, sum varð bygt á Tvøroyri í sjeytiárunum.
Í tí bygninginum er takið gjørt av tilfari, sum brennur, tí har er bæði flamingo, krossviður og tjørupapp.
– Tá ið eldur kemur í slíkt tilfar, er tað ómetaliga torført at sløkkja, tí bæði flamingo og tjørupapp er gjørt úr úrdráttum úr olju. Sostatt verður tað ómetaliga heitt, ella heilar 700 – 800 hitastig, samstundis sum at vatnið, sum verður brúkt at sløkka við, guvar burtur tá ið tað er 100 stig.
– Og tá ið eldur kemur í flamingo og tjørupapp, smeltar tað og dryppar niður ímillum allastaðni, so hjá sløkkiliðnum var tað ein vónleys uppgáva at sløkkja, segði Tummas Sørensen.
– Tí var tað tað einasta rætta at lata tað brenna og at leggja dent á at køla ammoniakktangarnar, legði hann afturat.
Hann sigur eisini, at myndirnar, sum eru tiknar innan úr bygninginum síðani, vísa eisini, at mestum allur hitin hevur verið í erva.
Hann sigur, at spurningur er reistur um, hví Varðin ikki hevði sprinklarar undir takinum, men Tummas Sørensen sigur, at í bygningum, sum hesum, við vátframleiðslu er tað ikki krav. Og í hesum føri hevði tað ikki munað.
Annars staðfestir hann, at Varðin leyk øll krøv, og brandmúrurin, sum er bygdur nú, helt nógv longur enn hann er gjørdur til at halda.
– Hetta er bara eitt dømi um, hvussu illa tað kann ganga, at hóast øll krøv eru gingin á møti. Men hetta var sum við Titanic, hon kundi ikki søkka, men tað gjørdi hon kortini, legði býarverkfrøðingurin á Tvøroyri afturat.