- Hetta er vánaligasti upsafiskiskapur, sum eg havi upplivað, síðan eg byrjaði at trola undir Føroyum.
Tað sigur Jørmund Olsen, skipari á Polarhavi, sum partrolar saman við systirskipinum, Stjørnuni. Tað er sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, sum hevur hitt skiparan, tá skipini í gjár landaðu 300.000 pund av upsa á Kósini í Klaksvík.
Sjómanstrúboðarin hevur lagt prátið, hann hevði við skiparan, út á Facbook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini í dag.
Jørmund Olsen er garvaður skipari. Hann hevur nevniliga trolað eftir upsa undir Føroyum síðan 1979.
- Hann var hvørki deprimeraður ella hevði fingið skeiva beinið út um koyggjustokkin í gjáramorgunin. Heldur var hann "rímiliga klárur”, sum hann skemtandi tók til, tá hann bar sína hjartans meining fram fyri sjómanstrúboðaranum.
Jørmund Olsen sigur, at stórur upsi eksisterar ikki undir Føroyum. Tað er nakað av smáum upsa at fáa, men tað kunnu skipini ikki liva av.
- Fiskiskapurin gongur upp og niður. Tað vita vit, men vit hava ikki upplivað, at tað hevur verið so vánaligur fiskiskapur eftir upsa í so langa tíð sum nú.
Tá Polarhav og Stjørnan komu í føroyska fiskiskipaflotan í 2004 og nøkur ár eftir tað, var vanligt. Tó fingu teir tá upp í skipini eftir 4-6 døgum.
- Nú hava vit verið úti í 11 dagar, og skipini hava hálva last, sum er umleið 150 tons tilsamans, sigur skiparin.
Sjómanstrúboðarin spurdi eisini Jørmund Olsen, um hann hevur nakra hóming av, hví upsafiskiskapurin er so vánaligur, og her nevnir hann tvær orsøkir.
- Tað lívfrøðiliga grundarlagið hevur nokk ikki verið við okkum síðstu árini. Tað ger sjálvandi sítt. Hin orsøkin er, at alt ov nógv av smáum upsa hevur verið fiskað í áravís.
Skiparin á Polarhavi heldur, at eftirlitsskipanin, sum skal verja ungfiskin, er alt ov vánalig og arbeiðir alt ov seint. Tá trolarar boða frá ov nógvum ungfiski í ávísum øki, gongur alt ov long tíð, til økið verður stongt.
- Tað er eingin lóg sum sigur, at trolararnir skulu flyta, áðrenn trolið verður koyrt út aftur, sum tað til dømis er í Noregi. Tí kunnu trolarar nærum fiska uppí av smáum upsa, áðrenn økið verður stongt, sigur Jørmund Olsen við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.