Tað tú brennur fyri fellir tær lætt

Hon er forkvinna í nevndini í einum felagsskapi og arbeiðsplássi, sum er rættiliga mansdominerað, men tað ræðir ikki ungu kvinnuna.

 

 

- Eftir mínum tykki hevur tað als ongan týdning, hvørt tað eru kvinnur ella menn, sum sita í formansskapinum í IRF. Eg eri sum forkvinna væl móttikin av øllum, og eg stórtrívist í starvinum, sum bæði er læruríkt, avbjóðandi og spennandi.

Tað sigur 32 ára gamla, Kristina Roest, sum er forkvinna í nevndini í IRF. Hon er eisini býráðslimur í Tvøroyrar kommunu, og hennara borgarliga starv er sum málsviðgeri hjá Taks.

Hvussu fekk tú høvi at gerast forkvinna í IRF?

- Sum býráðslimur eydnaðist tað mær at koma í nevndina í IRF. Tað var eitt mál, eg setti mær fyri eftir, at eg varð vald í Tvøroyrar býráð. Ætlar tú tær í nevndina í IRF ella SEV, skalt tú eisini bjóða teg fram í hinum limakommununum í tínum øki.

Hon sigur, at tá hon var komin í nevndina í IRF, eydnaðist tað henni eisini at gerast nevndarforkvinna. Hetta læt seg gera við góðum stuðli úr Sandoynni og við eitt sindur av eydnu, sigur Kristina Roest brosandi.

Kendist tað sum ein stór uppgáva at taka við formanssessinum í IRF?

- At taka við uppgávuni sum forkvinna ella sum nevndarlimur í IRF er ein stór uppgáva, men hetta er eisini ein heilt ótrúliga spennandi og gevandi uppgáva. Uppgávan hjá okkum sum nevnd er at umboða allar okkara limakommunur og samstundis at vera við til at útgreina kós felagsins í arbeiðnum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari.

IRF hevur framt stórar útbyggingar, og her verður arbeitt við nógvum miljónum. Hevur formanssessurin verið ein stór avbjóðing?

- Uppgávurnar hjá IRF eru nógvar, men tær eru eisini sera fjølbroyttar. Øll trý árini, eg havi verið í IRF, hava vit arbeitt við stórum verkætlanum, og tað gera vit framvegis. Jú, tað er ein stór avbjóðing, men ein stór verkætlan gevur eisini eitt stórt úrslit aftur fyri, um hon eydnast væl.

Kristina Roest vísir á, at tá tú fert í holt við okkurt nýtt, er tað ein avbjóðing í sær sjálvum, men tað nýtist ikki at vera nakað negativt. - Mær hevur dámt so ótrúliga væl í starvinum hjá IRF, og eg hugsi, at hevur tú áhuga fyri tí, sum tú tekst við, so hevur støddin av avbjóðingin ongan týdning. Tað, sum er umráðandi, er, at tú tímur tað, tú gert og at tú brennir fyri tí. Tá kemur alt av sær sjálvum.  

Hvussu hevur tú trivist í formanssessinum í IRF, og hvussu er samstarvið í nevndini og samstarvið millum nevnd og stjórn?

- Eg havi trivist ómetaliga væl í nevndini í IRF. Vit hava eitt gott og gevandi samstarv, sum eftir mínum tykki riggar avbera væl, bæði í nevndini og millum stjórn og nevnd. Tað, sum kanska skilir okkum mest frá tí vanliga býráðsarbeiðnum, er, at vit hava bara umhvørvið at hugsavna okkum um, og partapolitikkur finst ikki í okkara samstarvi.

Kristina Roest vísir á, at IRF er ein væl etableraður felagsskapur, sum er vælsignaður við góðum, dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólkum kring alt landið. - Hetta merkist avgjørt aftur hjá okkum í nevndini og lættir um okkara arbeiði, leggur hon aftrat.

Hvat er status við brennistøðini beint nú, og hvat liggur fyri framman?

- Á Hagaleiti eru vit nú liðug við at umvæla brennistøðina, og nýggja móttøkuhøllin er eisini tikin í nýtslu. Hetta merkir eitt nú, at vit eru farin frá at brenna í miðal 56 tons um samdøgnið til í miðal at brenna 78 tons um samdøgrið. 

Hon sigur, at nýggja móttøkuhøllin hevur givið IRF nógvar fyrimunir, bæði rakstrarliga og umhvørvisliga, og hon er eitt stórt stig á grønu kós felagsins. 

- Í løtuni er eisini nýggjur skrivstovubygningur ávegis á Hagaleiti og gongst, sum ætlað, verður hesin tikin í nýtslu um fáar vikur, sigur Kristina Roest.

Kunnu vit vænta, at Føroyar fara at hava eina felags brennistøð í framtíðini, og hvar liggur hetta mál beint nú?

- Eftir ynski frá Tórshavnar kommunu hava IRF og høvuðsstaðarkommunan í longri tíð arbeitt við einum felagsuppleggi, sum eitt nú innibar, at Tórshavnar kommuna skuldi gerast limakommuna í IRF, og at IRF yvirtók økið, bygningar og mobilar eindir  hjá kommunalu brennistøðini á Hjalla.

Kristina Roest vísir á, at í hesum sambandi varð lagt upp fyri, at partarnir í framtíðini skuldu byggja eina felags brennistøð á Hjalla, har pláss var fyri tveimum ovnum.

- Av onkrari orsøk steðgaði hetta mál upp í Tórshavnar kommunu longu fyri aðalfundin í 2019. Málið liggur tí á borðinum hjá Tórshavnar kommunu. Tá hetta er sagt, vísir nevndarforkvinnan í IRF á, at ein brennistøð hevur eina væntaða livitíð upp á eini 15 ár. Tí er tað eisini umráðandi, at vit altíð hava eina langtíðarætlan at fyrihalda okkum til, sigur hon.

Hvussu hevur tú havt tað sum forkvinna í einum felagsskapi við nógvum monnum?

- Hóast IRF hevur 41 ár á baki, so veit eg bara um tvær kvinnur, sum hava verið við til at manna nevndina hjá IRF, og vit sita báðar tvær í nevndini í dag. Í mínum arbeiði í IRF hugsi eg als ikki um okkara kynsbýti. Hetta er helst tí, at eg ongantið havi havt nakra orsøk til at hugsa um hetta. Sum kvinna eri eg væl móttikin av øllum IRF, so eg kann væl viðmæla øðrum kvinnum til at halda seg framat við at fara upp í nevndararbeiði, hóast tað annars er nakað mansdominerað.

At enda heldur Kristina Roest tað als ongan týdning hava, hvørt tað eru kvinnur ella menn, sum sita í formansskapinum í IRF.

##med2##