Kvinnur og menn skulu hava líka nógv í pensjón. Tað halda tey bæði tingfólkini fyri Framsókn, Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen.
Tey bæði vísa á, at sum støðan er í Føroyum í dag fáa kvinnur, umleið 13 minni í pensjón um mánaðin, enn menn fáa.
Her er talan um menn og kvinnur, sum annars hava somu privatu pensjón, men orsøkin til munin ímillum kynini er, at kvinnur liva longri enn menn.
Tí hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa Løgtingið at heita á landsstýrið um at gera eina lóg sum tryggjar at kvinnur og menn, sum hava somu privatu pensjóns-samansparing, eisini fáa líka nógv útgoldið í pensjón.
Hetta skal vera galdandi frá 1. januar 2021.
Tey siga, at í londunum rundanum okkum er bann sett fyri at gera hendan mismunin ímyllum kynini, sum verður gjørdur í Føroyum.
Tey vísa á, at tað er ikki bara kynið, sum er avgerandi fyri, hvussu leingi fólk liva. Í hesum sambandi vísa tey til eina kanning í Danmark, sum vísir, at munurin ímillum livialdururin hjá akademikarum og ófaklærdum, er eini 7 - 8 ár í meðal. Men munurin á livialdrinum hjá kvinnum og monnum, er undir fýra ár.
– Sostatt hevur útbúgving størri ávirkan á væntaðan livialdurun enn kynið hevur, siga tey bæði tingfólkini fyri Framsókn
Tá tað kemur til fólkapensjón og Samhaldsfasta, verður munur ikki gjørdur á kynunum. Heldur ikki í pensjónunum hjá tænastumonnum og og tinglimum, verður munur gjørdur á kynunum.
– Høvuðsendamálið við eftirlønarlógini er, at fólk skuldu, í størri mun enn nú, klára at forsyrgja sær sjálvum tá tey gerast pensjónistar.
Lógin hevur við sær, at við tíðini verður privata pensjónsuppsparingin alsamt størri partur av pensjóninim, sum pensjónistar hava at liva av.
– So leingi munur verður gjørdur á kvinnum og monnum, hevur tað við sær, at kvinnuligir pensjónistar gerast fátækari so hvørt sum tann privata uppsparingin verður ein størri partur av pensjónini, og samstundis vera mannligir pensjónistar ríkari, siga Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen.
– Spurningurin er, um hetta er ein gongd, vit vilja hava, siga tey.
– Tað er trupult at broyta treytirnar fyri lívrentutryggingar, sum longu eru teknaðar, tí tað krevur, at tær verða broyttar við afturvirkandi kraft og tí mæla tey til, at í pensjónum, sum eru teknaðar frá 1. januar 2021, skulu kvinnur og menn hava somu treytir.