Tað ráddi um stigini

Í NSÍ leguni vóru teir ovurfegnir um fyrsta heimasigurin.
- Tað týdningarmiklasta vóru stigini. Spælið kundi havt verið betri, men tað hugsa vit ikki um nú. Stríðshugurin var væl betri hesa ferð, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar, og serliga í mun til HB dystin var hetta nógv betri. Í øllum hinum uppgerðunum hava vit fyrst fingið mál ímóti okkum. Hesa ferð vóru vit tendraðir frá fyrsta bríksli, og tað kendist gott at fáa sovorna dreymabyrjan.