Rógvi Nybo
Tá tað vísur seg at verða gjørligt hjá 16 ára gomlum at keypa sigarettir uttan nakran sum helst trupulleika í fjúrtan av fjúrtan handlum í Havnini, hóast lógin er púra greið um at aldursmarkið er 18 ár, er neyðugt at gera okkurt.
- Hatta er heilt bedrøviligt. Tað er alneyðugt at fáa at vita, um Løgtingið og landsins myndugleikar yvirhøvur meina nakað við tað, sum vit siga, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum.
Hann fer nú at seta seg við tilmælinum frá Fólkaheilsuráðnum og síðani at taka tað upp við politisku skipanina fyri at fáa politiska undirtøku fyri at gera nakað.
Taka ikki lógina í álvara
Sambært Heilsumálaráðnum vísur kanningin hjá Sosialinum, at handilseigararnir ikki taka lógina í álvara.
- Tá tað ber til upp á handa mátan, vísur tað bara, at teir, sum fáa profittin av søluni, ikki hava gjørt tað greitt fyri sínum starvsfólkum, at tað er ólógligt og at lógin skal haldast. Og tað ber ikki til. Antin mugu vit tryggja, at lógin verður hildin, ella mugu vit avtaka aldursmarkið.
Men tá tú sigur, at antin skal mann tryggja, at lógin verður hildin, ella má aldursmarkið avtakast, gangi eg út frá at tú gongur inn fyri tí fyrra?
- Ja, sjálvandi skulu vit tryggja, at aldursásetingin verður hildin, staðfestir heilsumálaráðharrin.
- At verja tey ungu, tað er okkara ábyrgd. Bæði tey vaksnu og vit í systeminum hava ábyrgdina, sigur Karsten Hansen.
Umhugsar allar møguleikar
Heilsumálaráðharrin fer nú at seta seg við tilmælinum, sum júst er komið frá Fólkaheilsuráðnum og lesa tað í gjøgnum. Eitt av tilmælunum, sum Pál Weihe eisini vísur á her í Sosialinum, er at taka stig til eina loyvisskipan, har handilsmenn kunnu missa loyvið at selja sigarettir, um lógin ikki verður hildin. Hetta er sambært Karsten Hansen avgjørt ein møguleiki.
- Ja, hatta er avgjørt ein møguleiki. Í síðstuni hevur nógv verið frammi um forboð og so víðari, og tað er altíð ein balansugongd sum má gangast. Men vit eiga at hugsa um allar møguleikar. Tað hevur eisini verið nevnt, at bara selja sigarettir antin í apotekinum, ella at gera tað á sama hátt, sum við Rúsuni. Tað kann mann eisini hugsa um, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at hann ætlar beinanveg at taka málið upp.
rogvi@sosialurin.fo
------
Myndatekstur: Royking - At verja tey ungu, tað er okkara ábyrgd. Bæði hjá teimum vaksnu og hjá okkum í systeminum, sigur Karsten Hansen. Hann fer at taka Roykilógina upp í politisku skipanini
Mynd: Savnsmynd