DANMARK 1. DEILD
Tað gongur væl hjá Lyngby, og luturin hjá Christiani Lamhauge Holst, sum er skrásettur fyri ein dyst á føroyska landsliðnum, er ikki so lítil. Lyngby hevur sett sær sum mál at vera við í kappingini um plássini, sum bera uppflyting við sær. Lyngby varð sent niður í seriurnar fyri nøkrum árum síðani, tá ið tað fíggjarliga als ikki hekk saman hjá teimum. Men nú eru teir aftur á røttu kósini.
Í vikuskiftinum vann Lyngby á heimavølli grannauppgerðina móti HIK 3-2. Millum málskjúttarnar var Christian Lamhauge Holst. Hann økti miðskeiðis í 1. hálvleiki til 2-0 við brotssparki, og hann var á vøllinum, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá var støðan 3-2, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Lyngby er á fimta plássinum, og teir eru fýra stig frá næstfremsta plássinum.
Á næstfremsta plássinum, nú kappingin er farin í vetrarfrí, er Randers. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Frem, og heimaliðið vann 2-0. Fyrra málið fingu teir við stútara í 27. minutti, og seinna málið fingu teir eftir fríspark í 83. minutti. Jónas Þór Næs og Jón Rói Jacobsen vóru á Frem liðnum allar 90 minuttirnar, og Gunnar Nielsen var eykamálverji.
Hetta var síðsta ferðin, at Ebbe Skovdahl hevði ábyrgdina av Frem liðnum. Nú skulu teir venja í ein mánað, áðrenn teir fara í vetrarfrí. Tað er greitt, hvør nýggi venjarin verður. Spurningurin er nú, um nýggir spælarar fara at hjálpa til eftir vetrarsteðgin. Ein av fyrstu uppgávunum í nýggja árinum verður fjórðingsfinala í steypakappingini móti júst Randers.
Frem er á tíggjunda plássinum við nítjan stigum.
Á ovasta plássinum er Køge. Í vikuskiftinum vunnu teir lokalbrakið móti Herfølge 1-0.
Fremad Amager er rættuliga komið aftur á sporið, eftir at tað leingi gekk einki serligt. Annað vikuskiftið á rað vunnu teir trivaligan sigur. Hesa ferð var tað á heimavølli móti Ølstykke. Úrslitið var 3-1, eftir at fyrra umfarið hevði verið málleyst.
Hjá Andrewi av Fløtum hevur tað ikki hilnast nakað serligt við málskjótingini seinastu nógvu vikurnar. Aftur hesa ferð var hann millum teir fyrstu ellivu. Andrew var á vøllinum í 52 minuttir. Tá ið hann varð skiftur út, var støðan framvegis 0-0. Ølstykke legði seg á odda í 59. minutti. Heimaliðið javnaði skjótt, og síðstu átta minuttirnar skoraðu teir tvey mál. Dennis Madsen, sum var komin á vøllin fyri Andrew av Fløtum, skoraði við frísparki til 3-1, tá ið ein minuttir restaði av vanligu málskjótingini.
Andrew hevur framvegis skorað sjey mál. Nú er Christian Lamhauge Holst farin framum Andrew á máltindinum. Meðan Andrew leingi hevur verið sørur í málskjótingini, hevur Christian fingið fleiri mál tær seinastu vikurnar.










