Tað skal vera eitt krav, at oljutangar, sum hoyra til sethús, skulu skiftast við jøvnum millumbili.
Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Heðin Mortensen, tingmaður, og borgarstjóri í Havn hevur reist málið um gamlar oljutangar í Løgtinginum, og í tí sambandi vildi hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni, um ætlanin er at fáa skipað viðurskifti á økinum.
Í Havn eru tey illa roynd av gomlum oljutangum, sum eru farnir at leka og sum hava elvt til umfatandi oljudálking.
Sirið Stenberg sigur, at í Føroyum eru einir 18.000 oljutangar, sum hoyra til sethús, og av teimum eru einir 5000, ella næstan triðingurin, eldri enn 20 ár.
Hetta eru tikkandi umhvørvisbumbur, segði hon, og tí er tað rætt at leggja eina ætlan fyri, hvussu oljutangar skulu skiftast við regluligum millumbili, kanska tjúgundahvørt ár.
- Er politisk undirtøka fyri tí, kann roknast við, at tað longu næsta ár verða sett krøv til sethúsaoljutangar, bæði teir niðurgrivnu, útitangar og innitangar, sigur Sirið Stenberg.
Men hon ásannar, at tað kann verða ein dýrur umgangur hjá nógvum, og tí er neyðugt at hava eina skiftistíð upp á nøkur ár, fyri ikki at koma fólki í fíggjarligt óføri.
Hinvegin kann eisini sigast, at fer hol á ein tanga, og dálking stendst av, kann upptakið eisini verða ein fíggjarligur smeitur hjá tí, sum eigur tangan, serliga nú tryggingarnar hava sagt, at tær taka ikki við, tá ið orsøkin er, at oljutangarnir eru tærdur, ella illa farnir av aldri.










