Tað lætnaði eitt sindur hjá Hvidovre

Sigurin á útivølli ímóti einum av oddaliðunum hevði við sær, at Óli Johannesen og liðfelagarnir komu fimm stig burtur frá niðurflytingini

1. DEILD DANMARK

Tað er framvegis ikki greitt, hvat fyri eitt felag Óli Johannesen fer at umboða eftir summarsteðgin. Tað er heldur ikki greitt, um felagið, sum hann hevur umboðað seinastu árini, eftir summarsteðgin verður í næstbestu deildini, ella um teir fara at flyta niður í 2. deild.
2. hvítusunnudag lætnaði tað eitt sindur hjá Óla Johannesen og liðfeløgjnum, sum kortini framvegis eru illa sperdir av hóttanini av niðurflyting. 2?1 sigurin hjá Hvidovre á útivølli ímóti HFK Sønderjyllandi hevði við sær, at Hvidovre kom sær fimm stig burtur frá niðurflytingarplássinum. Skive hevur bara ellivu stig og er flutt niður. Síðani eru fleiri lið, sum hava 23 stig. B1909, sum er næstniðast, vann hesa ferð óvæntað á útivølli ímóti Brønshøj. Liðið úr Odense vann 1?0, og harvið lyftu teir sær upp á sama stigatal sum eitt nú Fredericia og B93. Kolding hevur 24 stig, og so hevur Hvidovre 28 stig.
Óli Johannesen hevur verið skaðaplágaður í eitt skifti nú í vár. Hesa ferð var hann aftur í miðverjuni hjá Hvidovre, sum var á odda 1?0 í hálvleikinum. Eftir steðgin vóru teir í HFK so óhepnir, at teir gjørdu sjálvmál. Í 78. minutti minkaði heimaliðið um munin. So trýstu teir fyri at javna, men tað eydnaðist Óla og teimum at koma undan við øllum stigunum.
Óli Johannesen var ikki millum málskjúttarnar hjá Hvidovre hesa ferð. Hóast hann er í miðverjuni, so er Óli tann, ið hevur skorað næstflest mál fyri Hvidovre í hesum kappingarárinum. Toppskjúttin hevur skorað níggju mál í landskappingini, og Óli Johannesen hevur skorað sjey mál.
Sigurin á HFK hevði við sær, at góða gongdin síðstu vikuna helt fram. Næstseinast spældi Hvidovre ímóti Køge, sum er á uppflytingarkós. Hvidovre vann tann dystin 3?0.
Hóast óskilið sigst vera og er stórt í Farum, so gongst tað væl í fórbóltinum. Hesa ferð vann Farum á heimavølli 3?1 ímóti Herfølge, sum hevur havt rættuligan undanvind seinastu tíðina. Køge hevði vitjan av B93, sum varð sent til hús við 2?1 tapi. Gamla stórfelagið á Eysturbrúgv stendur heilt illa í tí.
Fredericia við Johan B. Hansen hevði vitjan av Frem, sum seinastu tíðina hevur havt eitt sindur ilt við at hanga uppií toppinum. Høvuðsstaðarfelagið megnaði ikki at fáa meiri enn 2?2 við sær aftur til Valby.
Randers Freja, sum hevur Atla Gregersen í spælarahópinum, vann á heimavølli 3?1 ímóti Skive, sum longu er flutt niður í 2. deild.