Tað lítla í tí stóra ? Frits í Listaglugganum

Í hesum døgum sýnir Frits Johannesen, listamálari í Fuglafirði, fram í Listaglugganum í Havn. Dávur Winther hevur verið og vitjað framsýningina: »Millum Kirkjurygg og Ennið, ein lítlan mann eg kenni«.

Hesi vóru orðini, sum komu mær til hugs, tá ið eg leit at framsýningini hjá Frits Johannesen í Listarglugganum fyri hvítusunnu, skrivar Dávur Winther, sum hevur vitjað framsýningina hjá Frits Johannesen í Listaglugganum í Havn.

Dávur Winther:

»Hetta er brot úr vísu, sum er kend í Fuglafirði ? um ein lítlan fittan mann, sum hevði skaparverkið sum sítt listarverk. Hann reikaði um fjøll, í haga og í dali og í líð og á fløtu. Seyðurin var hansara alskur. Landafrøðiliga kom hann ikki víða, men hansara leiðir í náttúruni vóru meir enn ríkiligar til at fjálga gerandisdagin.

Tó kundi hann taka dýran til, tá ið okkurt úr alheiminum trokaði seg inn á hansara leiðir og noyddi hann at hugsa um tann ?stóra ónda heimin?, sum hann hóast alt ikki hevði so nógva ávirkan á. Tó, tað legði hann ikki í, tí hann hevði tað gott, har hann var.

Frits lýsir tað lítla, hina friðarligu húsmóðrina, tað fólkatómu bygdina, jødarnar, sum gera sínar seinasta góðu gerningar ? at spæla eitt lag ? áðrenn teir verða týndir, einsamalli og hugsanarsami smádrongurin í flokshølinum, ein lítil bólkur um eitt klaver saman við eini talgiltari krokudillu ella roysningi.

Hjá øllum hesum er tó ein vón. Har liggur ein stórur heimur opin fyri teimum. Tó at tað hjá onkrum bert er vónin hinumegin. Skúladrongurin hevur fingurin uppi, hann veit okkurt, hann vil vita meir!

Hjá onkrum setur Frits lívgevandi sólina aftanfyri.

Tann eina modellin hjá Guðrun & Guðrun er tikin úr leiktjaldinum á hangarinum á flogvøllinum. Hetta hølið átti at verið nóg stórt. Men Frits flytir hana niðan í Blábjørg, niðan í Mansgjógv, har Maðurin er aftanfyri sum partur av krossinum, og altarið niðast. Uttast í baksýni er Skarðsgjógv á Kunoynni ? Hetta skuldi verið rúm nokk til hesa føgru gentu. Hyggur tú nærri, sært tú eisini farran av Manhattan í New York og høgu húsunum, sum har eru. Fyrst nú er heimurin opin!

Tað lítla hjá Fritsi verður altíð flutt í ein størri heim - tímiligan ella andaligan. Hann gáar eftir og gevur sær far um tað lítla. Um húsmóðrina, sum trúliga hevur ansað børnum sínum og heimi teirra. Tó letur hann henni eina cello úti í túni at hugna sær við. Hygg, sigur hann, tónleikur er ein annar heimur, enn her í Gjógvará - ella Tartistúni.

Hann vísir leiðir við serligum myndamáli ella ímyndum, serligum ljósi og alføgrum sterkum litum. Tú sleppur ikki undan at vera glaður av at líta at hesum málningum, tó at myndevnið stundum er sera álvarsamt.

Tú skalt ikki fara skeivur av, at Frits er glaður og lívsjáttandi í sinum myndum og hugsanarhátti, sum tó sprettur úr einum djúpum og víðskygdum hugaheimi.

Hóast tað ikki er víður heimur millum Kirkjurygg og Ennið, so kann hann gerast nóg stórur, um tú gevur tær far um hvat, ið har og har um vegir fyriferst. Tað er umráðandi at liva lívið, har tú livir tað ? samstundis sum tað sjálvsagt eisini er skilagott at hava ein víðan sjónarring.

Góða hvítisunnu!«

Dávur Winther