Løgreglan hevur fingið fráboðan um, at ein nósi á Leynasandi, og tey hava stúrt fyri, at hann fer ikki at klára seg.
Men løgreglan sigur, at fólk skulu lata nósar, sum koma upp á land, fáa frið. Tey hava spurt seg fyri hjá serkunnleikanum og tey siga, at tað er ikki óvanligt, at nósar leita sær upp á land hesa tíðina.
Men tey mæla fólki frá at koma teimum ov nær, tí teir kunnu bíta – og teir bíta fast. Harafturat er tað herviligt at slík sár taka ilt fyri seg, so at bruni kemur í. So hóast teir síggja fittir út, eru hygguráðini at halda seg passaliga langt frá nósum, sum koma upp á land.