? Tá ið tað gongur betur hjá einum øðrum enn einum sjálvum, verður ofta leitað eftir umberingum, sigur Olaf Olsen
Vilmund Jacobsen
Olaf Olsen, reiðari hjá P/F Beta, var ein teirra, sum fylgdi ráðstevnuni á Hotel Føroyum um kappingarføri og lønsemi í fiskivinnuni frá byrjan til enda. Saman við Havsbrún, formula fo. og Føroya Tele stuðlaði Beta eisini ráðstevnuni fíggjarliga.
Olaf hevur stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Farec og Óli Samró hava gjørt og framvegis gera. Hann sigur, at hetta arbeiði er alneyðugt og sera týdningarmikið.
? Tað, sum Óli ger, er, at lýsa faktuellu tølini yvir fiskivinnuna sum heild, bæði á sjógvi og landi í Føroyum, Íslandi og Noregi. Hetta verður ikki bara gjørt yvir eitt ár, men fleiri ár. Kanningin hjá honum fevnir fyribils yvir árini 1998-2001, men heldur fram. Hetta eru roknskapartøl, sum lýsa gongdina. Hesi tøl kunnu samanberast millum londini, og tað er eitt gott barometur hjá okkum, sum virka í vinnuni, bæði tá ið tú liggur betur fyri enn grannarnir, men so sanniliga ikki minni, um tú liggur verri fyri. Tá kanst tú síggja, hvør munurin er, hvaðani hann stavar, og hví hesin munur er.
Olaf vísir á, at sambært kanningini hjá Farec er gongdin í føroysku fiskivinnuni betur enn hjá okkara grannum, og hetta er galdandi bæði á sjógvi og landi.
? At kappingarføri og lønsemi í okkara fiskivinnu er gott, er ikki so avgerandi í sjálvum sær, men tað, sum hevur størri týdning, er at vita, hví tað gongur betur hjá okkum enn hjá grannunum. Tá ið vit vita, hví so er, kunnu vit brúka tað til nakað, sigur reiðarin.
Munur er
Olaf vísir á, at hóast íslendsku skipini t.d. fiska nógv meira pr. veiðiorku enn tey føroysku, so er úrslitið hjá grannunum kortini verri enn hjá okkum.
? Íslendingar hava altíð havt betur fiskigrunnar enn vit, men seinastu árini hava fiskaprísirnir í Íslandi verið nógv lægri enn í Føroyum, serliga í teimum førum, har skipini landa beinleiðis til virkini. Lutfalsliga lítil partur av fiskinum, sum íslendsku skipini fiska, fer um uppboðssølurnar, tí virkir og skip í nógvum førum eru samantvinnaði á sama hátt, sum tey vóru í Føroyum undan kreppuni.
Reiðarin vísir eisini á, at manningarhýrurnar í Noregi í miðal eru 6% lægri enn í Føroyum, tá ið hugsað verður um hýrupartin av samlaða rakstrinum.
? Og so kunnu vit spyrja: Hvussu kunnu íslendskir og norskir fiskimenn liva við, at fiskaprísirnir í Íslandi eru lægri enn í Føroyum, og at manningarhýrurnar í Noregi eru lægri enn í Føroyum, tá ið teir vita, at munur er? Eisini í slíkum førum er kanningin hjá Óla Samró kærkomin ? ikki bara hjá okkum, men ikki minni hjá okkara grannum.
Olaf vísir á, at í Føroyum roynir hvørt liðið í fiskivinnuni at fáa sum mest burtur úr, og tað virkar positivt gjøgnum alla vinnuna.
Gomul tól
? Tá ið tað gongur betur hjá einum øðrum enn einum sjálvum, verður ofta leitað eftir umberingum.
Her vísir Olaf á tað, sum íslendski bankamaðurin segði um, at kreppan í Føroyum førdi til, at okkara fiskivinna ? og tá serliga framleiðsluvinnan á landi - varð sanerað og tískil gjørdist minni skuldarbundin enn tann íslendska.
? Men hetta er ikki øll orsøkin, minni enn so. Tað er rætt, at stórur partur av okkara fiskivinnu hevði eina minni skuld at bera eftir kreppuárini, men í nógvum førum vóru tólini eisini niðurslitin og eru síðan nútímansgjørd.
Olaf sigur, at umboðini fyri Ísland og Noreg, sum luttóku á ráðstevnuni, gjørdu lítið burtur úr at samanbera viðurskiftini í londunum, men løgdu størri dent á at greiða frá, hvussu viðurskiftini eru heima hjá teimum sjálvum. Hann heldur annars, at bæði norðmenn og íslendingar tóku tað nøkulunda, sum hann tekur til, at kappingarføri og lønsemi í okkara fiskivinnu er betur enn í Íslandi og Noregi.
? Eg vil siga, at bæði íslendingar og norðmenn viðgera tilfarið hjá Farec positivt, og tað hoyrdu vit eisini í útvarpinum týsmorgunin, tá ið teir róstu Óla Samró fyri arbeiðið, vísir reiðarin á.
Olaf Olsen sigur at enda, at stórur fongur er í tí arbeiði, sum Farec ger.
? Í endanum av sjeytiárunum og eini 10 ár fram tók Fiskivinnuráðið hendan táttin upp, men tíverri datt hetta arbeiðið niðurfyri. Nú kunnu vit bara fegnast um, at arbeiðið er tikið uppaftur og á breiðari grundarlagi enn áður, sigur reiðarin.