Tað hevði verið ein stórur lætti hjá øllum sum eiga bil

Hví skal tað vera so loyniligt hvør eigur ein bil, spyr løgtingsmaður

– Eg skilji ikki, hví tað vera loyniligt, hvør eigur ein bil? Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot um, at bjargingarfólk og onnur, sum hava við tilbúgving at gera, skulu kunna fáa eina app á fartelefonina, so at tey altíð kunnu fáa allar upplýsingar um ein bil. Tey hava víst á, at í sambandi við ferðsluóhapp, hevur tað avgerandi týdning fyri bjargingina at tey vita akkurát, hvønn bil, talan er um.

 

Eitt nú kann tað hava týdning fyri, hvussu ein bilur skal klippast upp, uttan at gera skaðan verri á tey, sum eru í bilinum, og tað hevur eisini týdning at vita, hvussu tey fáa sligið stoytkoddan frá.

 

Men Kári P. Højgaard heldur, at tað skal bera til hjá øllum at fáa upplýsingar um ein bil við at tøppa nummarplátuna inn á eina teldu. Hann sigur, at hevði verið ein stórur lætti hjá tí ið bileigarar skulu bíleggja eykalutir til ein bil og hann heitir á Løgtingið um at broyta uppskotið, so at øll fáa sama møguleika.

 

Hetta hevur verið umrøtt nakrar ferð, men tingfólk hava ikki tikið undir við tí. Fleiri av teimum halda, at tað er ikki at tað er rætt, at øll skulu síggja, hvør eigur ein bil, so tey tey kunnu ganga og sneyta, hvør eigur ein bil, sum stendur parkeraður onkrastaðni.

 

Men tað sjónarmiðið skilur Kári P. Højgaard yvirhøvur ikki. Hví í verðini skal tað vera loyniligt, hvør eigur ein bil. Tað ber til at at sláa upp í ein álmanakka, ella ein skipaskrá og síggja, hvør eigur eitt skip, so hví skal tað vera loyniligt, hvør eigur ein bil, spyr hann.

 

Hann sigur, at sum hann skilti tað, vóru tað mest løgtingslimir í Havn, sum vóru ímóti at upplýsingarnir um ein bil skuldu vera almennir, men hann heldur, at tað er púra týdningarleyst at fólk vita, hvør bilur stendur í túninum hjá hvørjum. Tað, sum hevur týdning, er, at bjarga teimum, sum skulu hava ein eykalut, frá at forkeypa seg, tí tey ikki hava nóg neyvar upplýsingar um bilin.

 

– Øll síggja, hvør koyrir í einum bili og hvat er tað, sum er so loyniligt, at tað ikki tolir dagsins ljós at vita, hvør eigur eina nummarplátu, spyr hann. Hann sigur, at í okkara grannalondum eru hesir upplýsingarnir almennir og ger Løgtingið einki við tað nú, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.