Tað gongur væl á Tvøroyri

Tað gongur væl við byggingini av nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og væntandi stendur virkið klárt at taka í nýtslu í øðrum fjórðingsári í 2018.

Tað gongur væl við byggingini av nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og væntandi stendur virkið klárt at taka í nýtslu í øðrum fjórðingsári í 2018. 

 

- Arbeiðið gongur væl, og nógv fólk og fleiri feløg eru í sving. Onkrar seinkingar hava tó verið, tí kranar kunnu ikki arbeiða í nógvum vindi.

 

Varðin Pelagic hevur lagt nakrar myndir, sum siga eitt sindur um gongdina, út á sína heimasíðu, og her halda tey fyri, at myndirnar tala fyri seg.

  

Stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, segði miðskeiðis í januar, at málið er at royndarkoyra virkið við svartkjafti í vár, soleiðis at alt verður klárt, tá makrelvertíðin byrjar aftur.

 

Virkisleiðarin, Ólavur Bjarkhamar, hevur víst á, at Varðin Pelagic hevur verið leiðandi á sínum øki heilt síðan byrjanina í 2012 og fram til 9. juni, tá eldurin herjaði, bæði í nøgd og innan víðarimenning.

 

- Málið hjá okkum er, at vit framhaldandi verða fremsta uppsjóvarvirkið í Føroyum, segði hann.

 

Tað er Sp/f MTV-Byggivirki, sum upprunaliga bygdi virkið í 2012, ið nú eisini stendur fyri at byggja virkisbygningin upp aftur.

 

Thormann Vang hjá Sp/f MTV-Byggivirki hevur sagt, at um alt gongur væl, kann roknast við, at bygningurin stendur innilokaður um mánaðarskiftið, januar/ februar.

 

Hetta man fara at verða á heilt góðari leið, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic er 150 metrar lagt og umleið 50 metrar breitt. Hetta gevur 7.500 fermetrar tilsamans.