Tað gongur væl skjótari enn væntað

Kanska eydnast tað at taka hann í nýtslu nakrar vikur fyrr enn ætlað, sigur verkfrøðingur á Landsverki

Mánadagin, sætta juli, ella týsdagin sjeynda juli, verður seinasta skotið latið av í nýggja Hvalbiartunlinum.

Tað liggur í kortunum nú arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin hevur gingið so mikið væl, at tað eru færri enn 200 metrar efrir at bora. Tað merkir, at um góðar tvær vikur verða tey í Articon liðug at bora tunnilin.

Tað er langt síðani, at tey settu sær sum mál, at tað skuldi vera liðugt at bora á ólavsøku, og tað fer at halda, gott og væl. Enn er ikki greitt, hvør tað verður, sum fær heiðurin at skjóta seinasta skotið.

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sigur, at so skal tunnilin gerast liðugur, og tað fer at taka gott og væl eitt hálvt ár.

Tað er nakað síðani, at Jóannes Jensen, verkfrøðingur á Landsverki, segði, at miðjað varð eftirat tað skuldi verða liðugt at bora fyri ólavsøku. Og hann legði afturat, at so varð endamálið, at hann skuldi vera liðugur at taka í brúk tann 10. februar.

Og nú tað verður liðugt at bora longu tríggjar vikur fyri ólavsøku er einki, sum bendir á, at tann tíðarætlanin ikki kann haldast, gott og væl.

– Gongst heilt væl, verður tað kanska longu í fyrr helvt í januar, at tunnilin verður klárur at taka í brúk, sigur hann.

Stjórin í Articon sigur, at tunnilsmunnarnir, ella portalarnir sum tað eitur, eru gjørdir, og teir koma suður í næstum, og so verða teir settir upp.

Í hesum sambandi verður tað eisini eitt stórarbeiðið at asfaltera, men vegurin báðu megin tunnilin verður gjørdur samstundis sum tunnilin verður gjørdur liðugur.

Serliga er vegagerðin í sambandi við tunnilin til ampa fyri ferðsluna trongisvágsmegin, men Jón Sigurdsson sigur, at hetta vegastrekkið verður asfaltera í næstum.

Í hesum sambandi hevur verið harðliga átalað, at ikki allur vegurin verður gjørdur av nýggjum, men at ein kilometur av vegi fer framvegis at liggja sum ein einsporaður fløskuhálsur í Trongisvági, og fer at forða fyri ferðsluni

Men trýst HER og les, hví hetta vegastrekkið ikki verður breiðkað og gjørt av nýggjum

Fyrsta skotið í Hvalbiartunlinum varð latið av 27. juni í fjør, men tað var ikki fyrrenn seinasta heyst at arbeiðið byrjaði av álvara og sostatt hevur tað ikki tikið so frægt sum eitt ár at bora tunnilin, sum er 2.500 metrar langur.

Afturat tunlinum skulu 2,3 kilometrar av vegi gerast hvalbiarmegin, og 1,4 kilometrar skulu gerast trongisvágsmegin. Játtanin til Hvalbiartunnilin er 272 mió. krónur.