Tað føroyska heilsuverkið í fríum falli móti forfalli

Eivind Warberg, Lækni á LSH

»En læge, der bliver op­­mærk­som på forhold, som lægen opfatter som sundhedsfag­ligt uforsvarlige, bør til­kende­give sin mening herom ved deltagelse i den offentlige debat.«
Den Almindelige Danske Lægeforenings etiske regler §15
(Hesum eru allir føroyskir læknar eisini undirlagdir!)

»Enhver har ret til ytrings­frihed. Denne ret omfatter meningsfrihed og frihed til at give el. modtage meddelels­er el. tanker, uden indblanding fra offentlig myndighed og uden hensyn til grænser.«
Menneske­rettig­heds­dom­stolen Artikel 10, stk.1


Tískil hesi orð!
Árið 2004 bar boð um, at nú skuldu nýggir tón­ar koma viðvíkjandi tí gamla og niðurslitna Lands­sjúkra­húsinum, men áðrenn nýggi bygningurin var klárur at taka í brúk, kom undan kavi, at als eingir pengar vóru avsettir til tól og tílíkt.
Her byrjar komedian!
Hetta projektið var bert enn eitt dømi um, hvussu tað tykist vera van­ligt í Før­oy­um at loysa trupul­leikar; nevniliga við lappaloysnum. Ein nýggjur bygningur ja, og tað er ein frálíkur bygningur, men hvat við rest­ini? Gamli bygningurin stendur framvegis og har bú­­leikast øll medisinsk deild umframt barnadeildin og oyrna/næsa/háls deildin, í sama uml. 40-50 ára gamla bygningi. Tað einasta sum er hent og hendir eru lappa­loysnir og smærri um­­bygg­ingar nú og tá. Fyri ikki at tala um E3, svarti barakk­bygningurin, har apo­plek­sisjúklingar og eygna­deilin nú húsast. Hesin var av fyrst­an tíð ætlaður sum eina fyri­bilsloysn hetta væl at merkja fyri uml. 40 árum síð­ani!!!
2005 var árið tá Føroya fólk á fremsta rað fekk eitt innlit í føroyska heilsuverkið har leikpallurin var Lands­sjúkrahúsið. Tað var í 2005, at nógv rumbul var á Lands­sjúkrahúsinum eins og úti í samfelagnum. Tað byrjaði við nøkrum umleggingum á føðideildini.
Orsøkirnar vóru nakrar bygnaðarbroytingar, ið vóru framdar uttan at ráðføra seg við serlæknar innan hesi øki. Í kjalavørrinum av hesum fóru tveir starvsbólkar upp at táttast alment hótt var bæði við verkfalli og øðrum. Hetta loypti sjálvandi kvøkk og angist millum sam­felags­borgarnar.
Annar partur í skemti­leik­inum var nýggja kommunu­lækna­vakt­skipanin. Hendan skuldi tryggja borgaranum eina betri tænastu og var bliv­in samtykt við ein­­um meiri­­luta millum all­ar komm­unu­læknarnar í Føroy­um var klár at seta í gildi. Men so hendi tað, at málið endaði í løgtinginum og har sita trígg­ir politikarar, ið eisini eru lækn­­ar. Teimum eydnaðist at steðga hesum ætlanum við teirri grundgeving, at teir fóru at missa ov stóran part av inntøku síni um tann nýggja vaktarskipanin var sett í gildið. Har liggur málið enn. Einki er hent síðani!
Á Landssjúkrahúsin­um standa nýggj høli klár til at húsa kommunulæknavakt­um. Við hesa skipan høvdu sjúklingar eisini fingið nógv betri tænastur. Sannleikin er, at kommunulæknar ser­liga á bygd er overvaðir við núverandi vaktarskipan. Har­­afturat hevur tað kom­andi ættarliðið av komm­unu­læknum í Føroyum eisini fleiri ferðir gjørt vart við, at tey als ikki eru áhugaði í at arbeiða undir núverandi vaktarskipan.
Leikpallurin skifti aft­ur og høvuðsleiklutin í hes­um parti hevði leiðandi yvir­­lækni á skurðdeildini. Í samband við, at verkfall var í samfelagnum fingu starvs­­fólk á Lands­sjúkra­húsinum umvegis útvarpið greið boð um, at ongar skurð­­viðgerðir skuldu gerast uttan bráfengisviðgerðir. Yvir­læknin kom í stórar trupul­leikar, tí hann ikki hevði akta boðum. Var koyrd­­ur til hús, uppsagdur og almenningurin fekk inn­lit í hvør hevði sagt hvat nær, hvar, hví og hvussu. Spurningurin er, hvat veru­liga orsøkin var til hesa av­gerð, men eitt er vist, og tað er, at pengar vóru spard­ir!
Í leikinum var eisini eitt gastronomiskt innslag. Hetta var uppskotið um at Landssjúkrahúsið skuldi fara undir at gera matpakkar til før­oysku fólkaskúlarnar, og gekk tað ikki long tíð fyrr enn eitt annað sjúkrahús í landinum kom fram og segði, at tey kundu gera fult so góðar matpakkar og tí­skil eisini vildu bjóða seg til at gera sunnar mat­pakk­ar til næmingarnar í føroysku fólkaskúlunum. Spurn­ing­urin er hvat endamálið við einum sjúkrahúsi er? Og um tað í hesum føri ikki var mist fullkomiliga úr eygsjón?
Síðan kom løtan og partur­in har ljóð og blá ljós vórðu sett í hásæti. Málið snúði seg um sjúkraflutningin í hesum landi. Hetta gav eisini høv­ið til, at tvey av teimum trim­­­­um sjúkrahúsunum í land­­in­­­um fóru at kjakast al­­­­ment um hvør kundi vera skjót­­ari á einum skaða­staði. Alt hetta ístaðin fyri at kon­cen­trera seg um og royna at samstarva. Við tí nú skjótt lidna Norðoyartunlinum er tað altumráðandi, at pláss verð­ur fyri einum sømiligum og seriøsum kjakið har evt. lokalpolitisk áhugamál verða sett til viks og har tann einkulti borgarin verður kunnaður á ein reellan hátt. Veru­leikin er jú, at alla aðra­staðni í heiminum so er gongd­in innan sjúkrahúsverk tann, at viðgerðir verða mið­savnaðar. Ein møguleiki kundi verið, at sjúkrahúsini bæði høvdu hvør síni økið, sum tey vóru serkøn í.
Eftir stuttan steðg vórðu leiktjøldini aftur drig­in frá til enn ein part í sjón­leikin­um Heilsuverk Føroya anno 2005. Í hesum parti var avgjørt at seta 2-3 bú­­skap­­arfrøðingar aft­­ur­­at, tí nú skuldi skil koma á fíggj­­arstýringina á Lands­sjúkra­húsinum. Her var upp­­­skotið av fyrstan tíð at rað­­festa 2-3 ársverk uppá íalt 1,2 1,5 mio. um somu tíð sum noktað var at geva eykajáttan til barnadeildina og tvær medisinskar deildir. Ein avgerð, ið tíbetur bleiv kolldømd, men sum kundi havt tær avleiðingarnar, at sjúk børn saman við teirra foreldrum skuldu ligið lið um lið við vaksin álvarsliga sjúkum fólkum á einari bráð­­feingisdeild hvørt viku­skifti. Og at álvarsliga sjúk og doyggjandi fólk skuldu skiftast um at flytast ímillum tvær medisinskar deildir í vikuskiftum, tvs. nýtt um­­hvørvi og nýggj starvs­fólk. Ein óvirðiligur endi á lív­in­um!
Avgerðin um at seta 2-3 búskaparfrøðingar aft­urat verður tó allarhelst framd, hetta ístaðin fyri at raðfesta pengarnar til tey, ið heilsuverkið í veruleikanum er til nevniliga sjúklingarnar og viðgerðina av teimum.
Um politikarar og skatta­borgarar halda, at eitt økt tal av embætsfólkið spegla eina samsvarandi øking av arbeiðsmongdini fara teir skeivir, tí tað tørvar als ikki at vera nakar sam­an­­hang­ur millum tað ar­beiði, ið skal gerast og mongd­ina av teim­um, ið skulu gera tað. Park­insons lóg greið­ir frá vøkstrinum í em­bæt­ismannaverkinum. Hetta byggir uppá tvey ting: 1) ein embætsmaður ynsk­ir at økja um talið av undir­monn­um, men ikki av kapp­ingarneyt­um og 2) embætsfólk skapa arbeiði fyri hvønn ann­­an. Niður­støð­an er, at ad­­minstratión og ad­ministra­tor­ar altíð vilja hava lyndi at økj­ast. Vandi er fyri, at júst hetta er við at henda í før­oyska heilsuverkinum.
Um somu tíð mangla nógv­ir serlæknar í Føroyum. Hetta hevur við sær, at sjúklingar viðhvørt mugu av landinum og teir serlæknar sum eru mugu renna tað skjótari. Nógvir føroyskir serlæknar eru uttanlanda og tað eru ikki bert familjuviðurskifti osfr., sum gera at tey ikki koma henda vegin! Tað er als ikki vist, at komandi ættarlið av føroyskum læknum fara at koma til Føroya fyri ein­hvønn prís!
Eitt, sum verður gloymt í øllum hesum er, at líka­mikið um ein tosar um flaka­virki, sjúkrahús ella eitt annað virki, so er tað í fram­leiðslu­høllini, at kjarnu­veitingin er. Rundanum hesa framleiðslu er so ein leiðsla, men øll á virkinum eru vitandi um, at kjarnuveitingin er at finna í framleiðsluhøllini, og tað er henda, sum øll á virkinum liva av. Á einum sjúkrahúsi er kjarnuveitingin tað bein­leiðis sambandið mill­um heilsu­starvsfólkið og sjúk­lingin, tvs. td. sjúkrasystrina og sjúklingin ella læknan og sjúklingin.
Eitt annað, ið eisini tykist vera gloymt í øllum kjakin­um um afturvendandi sparingum innan heilsuverkið er hug­takið loyalitetur. Har ein leiðsla hevur loyalitetin fyri hægri mynduleika og tølum, so hevur ein lækni umframt henda loyalitet eisini ein ann­an loyalitet, nevniliga fyri tí einstaka sjúklinginum ein loyalitetur, sum ein­hvør lækni hvar sum helst í heiminum hevur avlagt eitt lyfti um, at hann/hon vil halda fyri einhvønn prís, og sum ein lækni kann verða dømdur fyri, um hann/hon ikki heldur. Tað vil tískil altíð vera vandi fyri einum diskrepansi ella einum di­lemma ímillum hvar loyali­tet­urin skal vera. Fyri tølum ella fyri sjúklinginum? Tað skal eingin ivi vera um, at loyaliteturin fyrst og fremst er fyri sjúklinginum!
Afturvendandi vandin, er at ein leiðsla verður ov stór og fremmandagjørd í mun til kjarnuveitingina. Meira og meira tíð verður brúkt til fundir osfr. Ein skal ikki halda, at vaksandi bureaukratisering ger viður­skifti meira smidlig og effek­­tiv, soleiðis at ein fær meir fyri pengarnar. Tað er vælkent, at bureaukrati alir fram meira bureaukrati. Á henda hátt fara eisini fleiri og fleiri pengar til at administrera og færri og færri pengar vera eftir til kjarnu­veit­ingina.
Tað gevur als onga mein­ing at tosa um visión 2015, heilsuætlanir, universi­tets­sjúkrahús, granskingarpark, gransking innan læknavísind osfr. uttan at tilluta neyðugu ressoursirnar, gera neyðugu tiltøk og uttan at arbeiða fyri einum akademiskum um­hvørvi.
Í hesum døgum verður nýggja høvuðsinngongdin á Landssjúkrahúsinum inn­vígd. Arkitektar og listarfólk hava arbeitt dúgliga fyri at seta krúnuna á verkið. Almenn móttøka verður og list skal avdúkast. Eftir er so bert at spyrja, um tað verður sum tá drotningavitjan var í húsinum seinasta summar. Tá vóru sjúklingar kveistraðir til viks fyri at geva pláss fyri reyða løbaranum soleiðis, at sjampanjupropparnir kundu skjótast av í frið og náðum. Og øll vóru á einum máli um, at nú var alt frálíkt og nú fór at vera betur. Alt hetta minnir ikki sørt um eitt kent ævintýr um ein keisara, ið gekk nakin gjøgnum býin í meðan øll í býnum klappaðu, og hildu at tað vóru avbera vøkur klæði hann júst hevði fingið seymað. Tað er eitt orðatak, ið sigur at: Ikki er alt gull, ið glitrar.
Her endar í hesum umfari tragikomedian um føroyska heilsuverkið. Um árið 2005 má sigast, at har fekk Føroya fólk gaman og álvara fyri hvørja sparda krónu.
Við komandi spariætlan­um átti ríkiligt av pengum at verið til enn ein skemtileik í 2006!
Tað skal eingin ivi vera um, at um so er at einki ítøki­ligt verður gjørt, so søkkur føroyska heilsuverkið spaku­­liga longur afturúr og tá verður trupult at koma upp aftur á eitt støði, sum føroyska samfelagið hevur krav uppá og kann liva við. Tað føroyska heilsuverkið er sjúkt, og sum nú er við afturvendandi sparingum fær sjúklingurin, í hesum føri tað føroyska heilsuverkið, ikki ta neyðugu hjálpina fyri at yvirliva.
Tað er einki sum bendir á, at eitt heilsuverk hvar sum helst í heiminum verður bí­­lig­ari at reka í framtíðini. Tað eru fleiri grundir til hetta. Fyri tað fyrsta so livir menniskjan sum heild longur ídag. Tvs. at fólk oftari koma í samband við heilsuverkið so ella so. Hetta kann mann royna at gera nakað við. td. við á ymsan hátt at fyri­byrgja. Men hetta kostar all­ar­­oftast eisini pengar og er sjáldan ókeypis.
Tað eru tó hóast hetta ikki allar sjúkur, ið kunnu fyri­byrgjast og líkamikið hvussu gamal ein verður, so fer ein altíð fyrr ella seinni at hava brúk fyri heilsuverkið. Tað vil sostatt altíð vera brúk fyri viðgerð og røkt av sjúkum fólkum.
Harafturat, so mennist læknavísindin allatíðina og hetta merkir, at fleiri og betri viðgerðarmøguleikar støðugt koma fram. Fólk, ið arbeiða innan eitt heilsuverk ynskja tískil sjálvandi at kunna bjóða teir betru við­gerð­armøguleikarnar til sjúk­lingarnar. Hesir eru tó oftast dýrari enn teir gomlu nýggjari heilivág, nýggj tól osfr.
Tilsamans ger hetta, at fólk vænta og krevja meir. Sjúkur, sum fyrr ikki kundu viðgerast kunnu ídag við­gerast og tískil góðtaka fólk ikki á sama hátt at liva við sjúkum ídag sum fyrr.
Tað er eisini sannlíkt, at komandi ættarlið fara at hava fleiri vónir og krevja meir.
Við øðrum orðum, so verð­ur føroyska heilsuverkið neyv­an bíligari í framtíðini, men tvørturímóti dýrari at reka um mann ynskir at halda sama støði ella betra tað mann fer ikki at fáa meir fyri minni! Sum nú er, tykist frymilin/devisan vera, at allarbest hevði ver­ið, um eingir sjúklingar vóru á sjúkrahúsinum! So hevði verið møguligt at spart nógv­ar pengar. Hetta er uttan iva rætt, men sannleikin er tó, at hetta tíverri als ikki er í trá við veruleikan.
Tað skal tí hervið vera ein áheitan til landsins politik­arar um at gera upp við seg sjálvan, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, ein ynskir í Føroyum í framtíðini. Ynskir mann eitt heilsuverk á einum miðal el. undirmiðal støði, so er tað ein raðfesting, sum landsins myndugleikar av­­gera, men so er eisini at melda klárt út, at tað er hetta, ið mann ynskir og ikki villleiða samfelagið við, at ein ynskir nakað ann­að. Verð­ur harafturímóti melda út frá myndugleikanna síðu, at vit ynskja eitt heilsuverk, sum er fult á hædd við heilsuverk, ið vit plaga at sammeta okk­um við aðrastani, so er tað altavgerandi, at landsins politik­­arir vakna og gera tær neyðugu raðfestingarnar og tilluta tær neyðugu ressurs­irnar fyri at hetta yvirhøvur skal kunna gerast veruleiki um hetta skal vera í 2015 ella ei er ikki tað mest umráð­andi.
Tíðin er búgvin til, at før­oysku politikarnir, ið stýra hesum landið og hava ábyrgd­ina seta evt. persónlig og/ella lokalpolitisk áhugamál til viks og hugsa meira fram­skygt.
Um so er, at politikarnir ikki megna hesa uppgávu, so kundi tað hugsast, at onk­­ur td. ein framstandandi før­oyskur vinnulívsmaður sum í farnu viku legði fram eitt stórstílað projekt í Hoy­víkshaganum eisini hevði havt áhugað í at lati bygt eitt privatsjúkrahús. Sum rák­ið er í samfelagnum ídag har fleiri og fleiri virkir verða einskild, so kundi hetta møgu­liga eisini verið eitt alterna­tiv, um mann frá mynd­ugleikanna síðu metir, at Lands­sjúkra­húsið er ov dýrt og viljin til at geva neyð­ugu ressursirnar ikki er til staðar.
Viðmerkjast skal, at oman­fyristandandi orð eru per­sónligar meiningar hjá undir­rit­aða og tískil ikki kunnu til­skrivast øðrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum.