Tað eru færri og færri, sum ganga í kirkju í Hoyvík. Tað sigur Ann Dahl-Hansen, prestur í Suðurstreymoy, í viðtalu við folkakirkjan.fo. Kirkjan í Hoyvík er hin yngsta í Føroyum. Býarparturin hevur verið í støðugari menning seinastu árini, og fyrstu tíðina var altíð fullsett í kirkjuni. Men soleiðis er ikki longur.
Orsøkin er fyrst og fremst, at kirkjan hevur ikki dugað serliga væl við teimum ungu.
- Talið lækkar fyri hvønn sunnudag. Tað má gerast okkurt, um kirkjan ikki skal standa tóm. Vit hava ikki verið nóg góð til taka ímóti teimum ungu barnafamiljunum. Hoyvík er ein ungur býarpartur, og tað gongur væl hjá grannasamkonunum, Oasuni og Lívdini. Vit kunnu læra nógv frá teimum. Vit mugu seta barnafamiljuni meira í fokus, sigur Ann Dahl-Hansen við folkakirkjan.fo.