Tað er átrokandi, at vit finna eina felags loysn skjótast gjørligt um, hvønn rætt vit skulu hava til at fara í hagan, og um, hvønn rætt, bøndur skulu hava til at taka gjald fyri tað.
Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Sjálv er hon av teirri sannføring, at føroyingar skulu hava rætt til at ferðast frítt í okkaa náttúru.
Fyri stuttum spurdi hon Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum, hvørja hugsan, hann hevur um rættin til at ganga í haganum, og um at bøndur nú taka sær rætt at krevja gjald fyr tað. Hetta hevur elvt til nógv kjak og ørkymlar æði ferðafólk og føroyingar, sum vanliga ganga í náttúruni.
Landsstýrismaðurin vísir á, at bæði lógin, og siðvenjurnar á hesum øki, eru frá eini heilt aðrari tíð, tá ið samfelagið sá heilt øðrvísi út.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at í longri tíð hava Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið, samstarvað um at samskipa økið, tá ið talan er um náttúruvernd, umhvørvi, landbúnað, rættin hjá borgarum, bæði føroyingum og ferðafólki, at ferðast í egnum landi.
Og niðurstøðan er, at tørvur er á at fáa eitt nýtt lógargrundarlagi so at vit fáa skipað viðurskifti á økinum. Og eftir ætlan verður eitt ítøkiligt uppskot um at útvega landsstýrinum heimild til at gera reglur á økinum, lagt fyri tingið í heyst.
Og Kristianna Winther Poulsen heldur, at tað er átrokandi, at vit finna eina felags loysn sum skjótast skjótast.
– Vónandi ber til at finna eina loysn, sum er góð fyri bæði umhvørvið, ferðavinnuna, landbúnaðin og okkum føroyingar, sum ferðast í føroysku náttúruni, sigur Kristianna Winther Poulsen.