Tað er so nógv vit kunnu gleðast um

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu sigur, at tollaksmessudag verður ræstur fiskur og sperðil á borðinum.

 

 

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, hevur eins og fleiri aðrir borgarstjórar kring landið nógv at fegnast um, nú farið verður undir seinasta árið av hesum valskeiði í kommununi.

- Fólkatalið í Fuglafjarðar kommunu er veksandi, og vit eru í holt við nýtt ítróttarhús, stóra útbygging av skúlanum, útbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu, og vit hava framt útstykkingar, bæði í Fuglafirði og á Kambsdali.

Tað er eisini hansara vón, sigur Sonni á Horni, at Fuglafjarðar kommuna fer at koma á mál við ætlaðu íbúðarbyggingini í kommununi.

Borgarstjórin heldur ikki, at so nógv keðiligt ting hava verið í árinum, sum skjótt er lokið, og sjálvur velur hann ikki at hava fokus á ting, sum kanska kundu verið øðrvísi.

- Eg haldi, at vit í Føroyum hava so nógv, sum vit kunnu fegnast um í tí dagliga – og eisini nú í skjótt farna ári. Tað er trupult at taka nakað fram um annað, sum hevur verið gott í hesum ári, sigur Sonni á Horni.

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu sigur, at tollaksmessudagur verður hildin heima í Fuglafirði. Soleiðis hevur verið seinastu árini, og her verður ræstur fiskur og sperðil á borðinum.

- Jólaaftan verður hildin saman við mínum nærmastu, og í ár verður borðreitt við dunnu og tilhoyri, sigur Sonni á Horni.