Tað er ivi um toppskjúttan

Klokkan 17 verður AB fyri fyrstu ferð nakrantíð gestur í landskappingardysti í bestu deildini við Løkin í Runavík.

AB stuðlar skipa fyri bussferð til Runavíkar. Lagið er gott á Argjum, eftir at tað fyri viku síðani eydnaðist at røkka 2-2 á heimavølli ímóti HB. Ta ferðina skoraði Súni Fríði Barbá bæði málini. Tí er tað ikki undarligt, um teir í NSÍ fara at halda serliga vakið eyga við Súna Fríða, sum er uppvaksin í NSÍ.

Allir AB spælararnir eru við á Eysturoyar ferðini, ið tey á Argjum droyma um skal enda á sama hátt, sum tá ið tey vitjaðu á Skála og fóru til hús við øllum stigunum!

Í Runavík eru miðverjin Pól Thorsteinsson og Andersson Casthilio framvegis skaðaplágaðir og harvið er tað ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla í dag. Fleiri evnaríkir ungir menn sita á beinkinum klárir at taka við møguleikanum at sleppa upp í part.

Fyri NSÍ var tað ógvuliga týdningarmikið, at liðið síðsta sunnudag vann í Gøtu.