Tað er hart at svimja

SVIMJING Shaila millum Garðarnar telist millum bestu svimjarar okkara. Og nú ger hon enn eina roynd at koma við til Oyggjaleikirnar í summar – á 7. sinni á rað. – Ja, eg havi nakað at liva upp til, men eingin kemur sovandi til eina slíka kapping. Tí má eg bara venja og venja so nógv sum eg kann, sigur 26 ára gamli svimjarin úr Susvim, ið er svimjifelagið í Suðuroy.

Vágur: Tað er ein øgilig málageipan her í svimjihøllini í Vági. Ungir svimjarar eru farnir undir dagsins venjing henda seinnapartin.
Teir vita sjálvir av royndum, at uttan venjing kemur ein ongan veg. Og tað vita teir eisini av royndunum hjá tveimum av ídnu svimjarum teirra og okkara – Pál Joensen og Shailu millum Garðarnar, ið bæði eru í hylinum saman við teimum hesa løtuna.
Øll hava tey sett sær mál fyri svimjingina, og øll ynskja tey at røkka teimum. Shaila sjálv er von at seta sær høg mál, og hóast hon hevur gjørt tað fleiri ferðir áður, er tað altíð ein avbjóðing at halda fast við málið.
- Ein má bara venja og venja nógv, og serliga nú ið tað styttist til Oyggjaleikirnar í summar. Tað er strævið at venja so nógv, tá man eisini hevur eitt arbeiði og eitt heim at passa, sigur hon við brosi á kinn.
Shaila millum Garðar hevur av sonnum sligið ella svomið navn sítt fast í føroyskari elitu-svimjing. Á Oyggjaleikunum í 2009 vann hon 6 gullmerki fyri Føroyar. Hon hevur sett fleiri føroysk met, og hevur eisini luttikið í HM og EM-kappingum úti í heimi.
- Nú eri eg í eldra endanum av svimjarunum. Men tað hevði verið øgiliga stuttligt at sloppið við til leikirnar á Isle og Wight í summar, sigur ungi svimjarin, sum løtu seinni hevur kavað í hylin og fer stórsvimjandi eftir stutta hylinum í Vági.
Vónir hennara og hjá mongum øðrum eru, at tann 50 metrar langi hylurin skjótt gerst veruleiki.


Oyggjaleikir
Shaila var ikki meiri enn átta ára gomul, tá hon byrjaði at svimja av álvara.
Hjá summum er hetta meiri at meta sum ein stuttleiki, men hjá Shailu gjørdist svimjingin bæði ein stuttleiki og ein spennandi avbjóðing, her hon er sloppin at royna seg ímóti svimjarum úr nógvum ymiskum londum.
- Akkurát hví eg byrjaði at svimja, veit eg ikki rættiliga, men tað hevur helst verið, tí onkur av venindum mínum gjørdu tað. Tá so Jón Bjarnason kom heim og byrjaði við venjingum, helt eg fram at venja, greiðir hon brosandi frá. – Og tað geri eg altso enn, 19 ár seinni.
Hesi 19 árini hava verið bæði spennandi og mennandi fyri frálíka svimjaran av Tvøroyri, men sum nú er búsett í Vági. Hon er komin aftur til Føroyar og til hús við nógvum heiðursmerkjum, men hevur haraftrat givið sær stundir til at venja aðrar yngri svimjarar.
- Eg byrjaði við einum liði í januar mánaði í fjør. Hetta førdi so aftur við sær, at eg ikki fekk vant so nógv sjálv.
- Men síðani í januar í ár havi eg aftur vant sera nógv, tí í summar ætli eg mær at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Isle of Wight, sigur hon spent á málinum.
Fyrsta stigið á hesi leið er sjálvandi venjingin. Næsta stigið er úttøkukappingin, sum verður í apríl.

Seks ferðir
Vit hitta Shailu ein seinnapart mikudag í svimjihøllini í Vági. Her er hon av sonnum saman við góðum fólki:
Í eini enda av hylinum venur tann navnframi Pál Joensen saman við øðrum. Og uppi á kantinum stendur tann eins navnframi venjari teirra, Jón Bjarnason.
- Eg veit bara, at skal eg við til Oyggjaleikarnir í summar, og skal eg fáa eitt gott úrslit, so má eg venja, venja og aftur venja, sigur hon álvarsom.
Og tað ger hon eisini. Umframt tað at hon arbeiðir sum kondittari, brúkar hon restina av frítíð síni í hylinum og saman við unnusta sínum í húsunum, tey júst eru flutt inn í.
- Eg venji seks ferðir um vikuna, pluss styrkitrening, og onkutíð eisini sjey ferðir. Eg venji tó ikki sunnudag eins og hini, tí tá man hevur eitt arbeiði at passa, so má man simpelthen halda frí onkutíð.
- Orsakað av mínum arbeiði fái eg ikki vant um morgunin. Eg fari til arbeiðis klokkan sjey, og fari so beint í hylin aftaná arbeiðstíð – tað vil siga umleið klokkan trý ella so. Og so eri eg við hús klokkan 6-7 um kvøldið, sigur ídni svimjarin, sum framvegis er venjari tríggjar ferðir um vikuna hjá einum av svimjiliðunum hjá SuSvim.
- So tú skilir, at svimjingin fyllir sera nógv í mínum lívi. Alt hetta við at ganga í býin og slíkt, ber illa til, tá ein venur so hart.

Elski at svimja
Eitt er sjálvandi at byrja at svimja. Annað er at halda á og halda á, heilt til ein fer at nærkast teimum 27 árunum.
Orsøkin til, at Shaila framvegis tímir at svimja er einføld: Henni dámar sera væl at venja.
- Hetta við svimjingini hevur verið ein stórur partur av mínum lívi. Eg hugsaði onkutíð, at tað hevði verið stuttligt at róð kapp, men eg eri so altíð vend aftur til svimjingina.
- Satt at siga, dugi eg ikki at gera einki. Mær dámar tí best at vera í sving. Eg geri altíð okkurt, greiðir hon frá.
At hon so eisini hevur fingið úrslit av sínum stríði telur eisini við á pluss-síðuni: Seks gullmerki á Oyggjaleikunum á Ålandi í 2009 er bert ein lítil partur av mongu heiðursmerkjum hennara.
- Tað hevur gingið sera væl hjá mær øll árini. Og tí er tað virkiligt ringt at sleppa tí. Eg elski framvegis at svimja.



Venjarin tímir
Shaila millum Garðarnar hevur verið í teirri hepnu støðu, at hon hevur havt góðar venjarar øll árini.
Tað byrjaði á Tvøroyri, tá Jón Bjarnason vandi teir lokalu svimjararnar. Og tað helt fram her í Vági hjá Susvim.
At Shaila framvegis hevur góðan hug at svimja, kann hon í fyrstu syftu takka venjarum sínum fyri.
- Eg haldi, at tað er so, at tá ein venjari tímir og brennur fyri sakini, so fær hann eisini okkum svimjarar at gera tað sama. At vit so eisini eru sloppin uttanlands at royna okkum, hevur bara gjørt áhugan enn størri, vísir hon á.