? Vit hava onki ímóti, at vinnumálastýrið er farið at kanna ALS út í æsir.
Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS sipar til orðini hjá Finnboga Arge, vinnumálaráðharra, í fimmaranum mikukvøldið um, at hann hevði biðið umsitingina kanna ALS ?úr erva?, sum hann tók til.
Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS, sigur, at stovnurin veit onki um eina slíka kanning.
Men hon leggur afturat, at vinnumálastýrið er vælkomið at kanna stovnin, allan sum hann er.
Hon heldur tvørturímóti, at tað hevði verið gagnligt, um øll aðalstýrini í landsstýrinum støðugt settu ljóskastaran á almennu umsitingina og kanska komu við uppskotum um ábøtur.
? Vit tola væl, at verða tikin fram í dagsins ljós. ?Men eg vil tó skoyta upp í, at tað hevði verið ein fyrimunur um vit vitstu av, at vit verða kannað.
?Vit eftirmeta okkum sjálvi alla tíðina. Tað eru t.d. ikki nógvir almennir stovnar, sum geva eitt blað út, sum viðgerð og ummælir stovnin, og har vit gera vart við trupulleikar. Men tað ger ALS.
Hon vísir eisini á, at í fjør bleiv tað 2,6 milliónir bíligari at umsita ALS, enn tað var frammanundan.
Eitt amboð
Annars fýlist stýrisformaðurin á, at ætlanin at gera eina kunngerð fyri fiskavirkisskipanina, má vera fullkomiliga misskilt.
? Sjónvarpið var m.a. á Toftum og bað um viðmerking til ætlanina at avtaka fiskavirkisskipanina.
? Men tað hevur ongantíð verið upp á tal.
? Ætlanin er tvørturímóti at fáa fiskavirkisskipanina í eina fasta legu og at geva starvsfólkunum á ALS eitt amboð at umsita hana við, og til at hava eftirlit við henni við.
Arbeiðsmarknaðurin eigur ALS
Í fimmaranum nevndi landsstýrismaðurin eisini, at hann ætlaði at taka lógina fyri ALS upp til viðgerðar og kanna eftir, um nakrar broytingar skuldu gerast.
Tað helt hann var neyð-ugt, tá ið sjálvt tey, sum arbeiddu í ALS, ivaðust í, hvat ALS var, um tað var ein trygging, ein økismenningarskipan ella ein sosial skipan, og um tað var ein almenn skipan, ella ikki.
Sjálvur ivaðist hann ikki í, at ALS er ein almenn skipan.
Men har er Karin Kjølbro ósamd.
? Tað er ongin ivi um, at at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS og ognirnar hjá skipanini.
Hon vísir m.a. á, at tá ið botnurin fór undan bæði landinum og ALS, var tað ógvuliga umráðandi, bæði hjá landsstýrinum, ráðgevandi nevndini og IMF, at skott var ímillum ALS og tað almenna. Tí mátti ALS sjálvt læna pening fyri at fíggja útgjaldini.
Men stýrisformaðurin sigur, at hon skilur, at tað er nú, ímeðan ALS eigur pening, at politiski áhugin fyri skipanini er kyknaður aftur.
Hon leggur tó afturat, at tað, sum hon skilur við ætlanini hjá Finnboga Arge, er, at tað er ein roynd at definera ALS.
Men tað er ongin ivi um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS.
? ALS var eitt sveinastykkið hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Tí tað er ikki ofta, at arbeiðsmarknaðinum megna eitt so munagott tiltak sum hetta
Tosa um inngjald og útgjald
Stýrisformaðurin sigur, at nú komandi fíggjarætlan skal leggjast, fer ALS sjálvandi eisini at viðgera spurningin um at hækka inngjaldið og at lækka útgjaldið.
Røddir hava verið frammi um at hækka útgjaldið upp í 90% av eini arbeiðaraløn.
Karin Kjølbro sigur, at verður útgjaldið hækkað, má ALS gera sær greitt, at kravið um konsolidering verður munandi harðari enn tað verður við 70% útgjaldið.
? Harafturat kemur, at frá fyrstan tíð hevur tað verið eitt aðalmál, at stuðulin úr ALS má ikki verða so høgur, at tað tekur hugan at finna sær arbeiði, frá fólki.
? Somuleiðis skal tað eisini viðgerast um inngjaldið til ALS skal lækkast.
? Men eitt aðalmál hjá ALS er at styrkja skipanina fíggjarliga, so at hon sleppur undan at læna pening til forbrúk.
?Vit vita av royndum, at mangla pening, mugu vit sjálvi útvega hann, tí úr landskassanum fáa vit onga hjálp, sigur Karin Kjølbro.