Tá Norðurlandahúsið avgjørdi at fara undir at fyriskipa eina listastevnu, fingu Jazzfestivalurin og hinir summarfestivalarnir boð um at teir ikki longur kundu vænta tann sama stuðulin frá Norðurlandahúsinum, sum teir høvdu fingið fyrr, tí orkan og hølini ístaðin skuldu nýtast til listastevnuna.
Tí boðaðu fyrireikararnir handan árliga Jazzfesativalin í fjørsummar frá, at Jazzfestivalurin neyvan fór at verða hildin aftur í tí líki, sum hann var kendur fyri.
Ikki pláss fyri tí smala
Brandur Øssursson, sum hevur verið høvuðskraftin handan Jazzfestivalin øll árini, fór sjálvur við í nevndina, sum skuldi fyrireika nýggju listastevnuna, og tí sá ikki út til at nakað fór at eita tann 18. Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalurin. Men so vendi.
? Sum tíðin leið, rann tað upp fyri mær, at tað, sum Jazzfestivalurin hevði staðið fyri øll árini, ikki fór at gerast partur av Listastevnu Føroya, og tað gjørdi at fekk hug til at halda fram við Jazzfestivalinum. Tí valdi eg at taka meg úr fyrireikandi nevndini til listatevnuna í desember mánað í fjør.
? Listastevna Føroya verður øgiliga stór og flott, men hon kann ikki fylla holið eftir Jazzfestivalin, tí har er ikki pláss fyri tí meira smala tónleikinum, sum Jazzfestivalurin er kendur fyri. Tað er gleðiligt at vit fáa ein tílíka listastevnu, og vit hava brúk fyri henni, men sum hon nú er sett saman er framhaldandi brúk fyri Jazzfestivalinum, sigur Brandur Øssursson.
Nógv føroyskt
Eitt sum eyðkennir ársins Jazz-, Fólka- og Bluesfesatival er at føroysku nøvnini fylla nógv í skránni. Umleið helvtin av konsertunum eru við føroyskum nøvnum. Tí verður tað eisini ein nógv øðrvísi festivalur hesaferð. Men dygdin verður tann sama, sigur Brandur Øssurson.
? Í dygd fer hesin 18. Jazzfestivalurin ikki at standa aftanfyri teir undanfarnu. Vit mugu ásanna, at vit ikki satsa so nógv upp á tey stóru donsku rocknøvnini, sum vit fyrr hava gjørt, tá Anne Linnet, Sanne Salomonsen og seinast Lis Sørensen hava vitjað. Tað kunnu vit ikki, tí nú vit ikki hava Norðurlandahúsið, hava vit ikki nakað konsethøli, sum er nóg stórt til at hýsa einum stórum rocknavni. Men tað ger ikki so nógv, tí at hava eitt so stórt høvuðsnavn einum slíkum festivali kastar ein skugga yvir restina av festivalinum, og tað kann vera nokkso óheppið, heldur Brandur Øssursson.
Jazzfestivalurin hevur tó aftur hesaferð kortini eitt klárt høvuðsnavn, nevniliga Niels Henning Ørsted Petersen, sum eisini vitjaði festivalin fyri nøkrum árum síðan.
Nú er tað passaligt
Jazzfestivalurin byrjar alment í dag og endar leygardagin, men í gjár vóru nakrar konsertir á skránni, og tað vera tað eisini sunnudagin, so festivalurin spennir seg tilsamans yvir heilar seks dagar. Listastevna Føroya, sum byrjar um góðan mánað, spennir seg yvir ikki færri enn tólv dagar. Men Brandur Øssurson stúrir ikki fyri at tað gerst ov nógv fyri føroyskar áhoyrarar og áskoðarar.
? Tað verður ikki ov nógv. Tvørturímóti. Tað er ikki fyrr enn nú at tað byrjar at vera ein passandi mongd av mentunartiltøkum. Føroyar hava altíð havt ov lítið av slíkum. Og hetta verður ikki seinasta summarið at mentunartiltøkini vera so nógv í tali, tí vit fara at halda fram við hesum nýggja konseptinum fyri Jazzfestivalin. Hevði Tórshavnar býur so eisini gjørt eitt spælistað, sum kundi brúkast til rútmiskan tónleik, so høvdu vit havt bestu umstøður at hildið fram í, sigur Brandur Øssursson við einari lítið fjaldari áheitan.
18. Jazz-, Fólka- og Bluesfeastivalurin flytir í kvøld inn í Norðurlandahúsið. Men í ár er hetta einasta kvøldið, sum festivalurin hevur í Norðurlandahúsinum. Undanfarnu árini hevur at kalla allur festivalurin hildið til í húsinum.










