Tað er ein forðing at skúlin er í Suðuroy

Tað summum er tað ov langt at fara til Suðuroyar at ganga í skúla

– Eg eri bangin fyri, at tað er ein forðing, at skúlin er í Suðuroy. Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður. Hann var framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Mentamálaráðnum um at skipa eina útbúgving um pedagoghjálpara á heilsuskúlanum í Suðuroy.

 

Bæði Heðin Mortensen og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkin, halda, at heilsuskúlin liggur væl í Suðoroy. Men tað er Helgi Abrahamsen ikki samdur í. Hann heldur tvørtur ímóti, at tað er ein forðing at skúlin er í Suðuroy – og bara har.

 

Hann vísir á, at tey, sum kunnu væntast at fara undir hesa útbúgvingina til pedagoghjálpara, eru oftani tilkomnar kvinnur. Og hjá eini tilkomanri kvinnu kann tað vera møtimikið at flyta til Suðuroy at ganga í skúla við allari familjuni.

 

Tí heldur hann, at tað kann fáa nógvar kvinnur, sum annars høvdu farið í skúla, at setast aftur. Annars ásannar hann samstundis, at hann hevur varhugan av, at tey, sum hava verið á skúlanum í Suðuroy, hava trivist væl.

 

Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi ásannar, at hjá summum kann tað vera ein trupulleiki at skúlin er í Suðuroy. Men so er tann møguleikin at skipa einafjarundirvísing.