Hví hevur tú valt at fara upp í politikk aftur?
- Áhugi mín fyri samfelagsviðurskiftum er stórur, og eg meti meg kunna ávirka rætta vegin, so vit fáa eitt betri og liviligari samfelag fyri okkum øll. Fleiri mál liggja á láni, sum kundu bøt um livilíkindini í Føroyum, um tey vórðu loyst.
Hvørji eru tíni hjartamál í politikki?
-Spennið er rættiliga breitt. Men grundleggjandi fyri meg er, at búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum er trygt. Annars ber lítið og onki til.
Hvat er títt yndis ferðamál?
-Mær dámar væl at ferðast suður í heitu londini, men tað er eisini stuttligt at vitja stórbýir og uppliva aðrar mentanir.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
-Ja, eg havi verið nógv runt og royni eisini at vitja tær mongu smáu og vøkru bygdirnar í Føroyum. Av oyggjunum mangli eg bert Svínoy og Fugloy. Av fjallatindum yvir 800 metrar manglar mær ”bert” tindarnar á Kunoynni.
Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum?
-Frælsi. Tað at vit hava eitt trygt og friðarligt land við hópum av møguleikum fyri hvønn einstakan.
Dugir tú at gera mat?
-Tað má eg lata onnur smakka og meta um
Hvat er tað besta tú fær at eta?
-Føroyskur matur er í serflokki, og mær dámar mest sum allan føroyskan mat. Hvat best er velst um árstíð og veðrið.
Er tú nakrantíð á floti?
-Ja, men alt ov sjáldan, gevi mær tíverri ikki stundir til tað
Hevur tú seyð?
-Ja, eg havi seyð, sum aðrir røkta, og eg eri so við til slaktið
Hvussu heldur tú teg í form?
-Eitt sindur av hondbólti, fótbólti og so renning
Hvør bók liggur á náttborðinum?
-Gør en forskel eftir Ulrik Wilbek