Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
?????
At vit standa saman sum fólk, merkir ikki, at vit øll skulu vera eins ella hava somu meiningar. Men tað merkir at vit standa saman um Føroyar. Standa saman um at vinna øll tey rættindi, sum ein tjóð hevur rætt til, og standa saman um at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu vera ymisk, fjølbroytt og fræls, og at pláss er fyri øllum - og serstakliga fyri teimum, sum av ymsum ávum fingu tað trupult. Standa saman um at lyfta í felag.
Tað er hesi virði sum til samans mynda okkara samleika. Tað er eingin sjálvfylgja, at tað er so, tað er ein gáva, og tað er ein uppgáva hvønn dag. Hjá tær og hjá mær - og sjálvandi eisini hjá okkara politisku leiðslu.
Sum skipanin er í dag, eru tað framvegis nógv mál, sum okkara vegna verða avgjørd í Fólkatinginum. Í hesum málum skal føroyska fólkatingsumboðanin tryggja føroyingum ávirkan. Harumframt skal fólkatingumboðið skapa góð sambond við politikarar og slóða fyri, at danir betur skilja føroysk viðurskifti og okkara serstøðu.
Vit vita av royndum, at samanbrestir føra ikki á mál. Men tað gevur heldur einki úrslit at vera undirbrotligur. Tað sum um ræð-ur er við gløggskygni at finna ta breiðu semjuna, at knýta tey røttu sambondini út í heim, og at lofta møgu-leikum og avbjóðingum, tá ið teir vísa seg.
Tað er ikki løtuverk, og tað ber bert til, um fólka-tingsumboðið dagliga og áhaldandi ferðast í umhvørvinum, har avgerðirnar verða tiknar. Tað ber ikki til, um fólkatingsumboðið samstundis skal røkja ein sess í Løgtinginum.