Tað hevði rætt og slætt verðið ov nógv.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Mikudagin skipaði hann fyri almennum kjakfundi í Miðlahúsinum um fosturtøku, har umboð fyri politiskar flokkar vóru við.
Men hann bjóðaði bara teimum fýra stóru flokkunum við at kjakast um fosturtøku, tí hvørki Framsókn, Sjálvstýri, ella Miðflokkurin, vórðu boðin við.
Tó skal viðmerkjast, at Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum vóru umboðað í tí partinum av kjakfundinum har ið tey politisku ungmannafeløgini fingu høvi at siga sína hugsan. Hinvegin vóru hvørki ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum, Framsókn ellla Sjálvstýri, umboðað.
Serliga fall tað teimum í Miðflokkinum fyri bróstið, at tey ikki vóru boðin viði kjakið. Og tey vístu sína misnøgd við eini almennari fráboðan, har tey spurdu Sjúrð Skaale um hann ræddist greiða talu, tí at at útihýsa Miðflokkinum frá kjaki um fosturtøku er sum at útihýsa Tjóðveldi frá einum kjaki um blokkin, sum tey tóku til.
Men Sjúrður Skaale sigur, at tað hevur onki við hetta at gera. Skuldu vit havt allar flokkar við, høvdu vit havt sjey fólk við hvørt av teimum báðum pallborðunum. Og so hevði tíðin rætt og slætt verðið ov smábýtt og so hevði einki komið burtur úr, heldur hann.
– At teir smáu flokkarnir vórðu útihýstir, hevur púra onki at gera við, hvørja meining teir hava, staðfesti hann á kjakfundinum.
– Onkustaðni skuldi markið setast og eg helt at tað var ivaleyst at hava fýra fólk við hvørt pallborð, sigur fólkatingsmaðurin.