Ikki fyrr enn eg sum 10 ára gomul búsettist eitt ár í Spanialandi saman við foreldrum mínum, byrjaði eg so smátt at skilja, at verðin veruliga var annað enn Havnin og Sandavágur og Klaksvík, har eg fór at ferðast um sumrarnar. Hetta var í 68-69, at vit fóru til Spania. Árini, har studentarnir gjørdu uppreistur. Vit ferðaðust gjøgnum París, har vit steðgaðu 14 dagar í studentabýnum beint um tað mundið, tá harðast leikaði á í 68, men kortini merktu vit ikki stórt til hesa heimshending, sum seinni bleiv gjørt so nógv burturúr í søgubókunum.
Í Spania var fasistiskt dikatur. Fransisco Franco stýrdi landinum við harðari hond. Eg hugsaði ikki stórt um, at vit so ofta sóu vápnaða løgreglu á gøtunum, og at vit í skúlanum skuldu hava uniform og marsjera sum hermenn. Hvønn morgun, tá vit møttu, skuldu vit standa rætt í longum rekkjum, gera honnør til flaggið og syngja tjóðsangin. Myndin av álvarsama Franco í militerbúnað og stjørnum og ordanum hekk uppiyvir talvuni í skúlastovuni og helt eyga við minstu rørslum okkara. Og vit skuldu nikka virðisliga til myndina, tá vit komu inn og stillaðu okkum við pláss okkara, áðrenn vit settu okkum niður allar ísenn eftir boðum frá lærarinnuni. (Vit vóru bert gentur, tí gentur og dreingir gingu ikki í somu flokkum).
Soleiðis var tað so øðrvísi enn tað, eg kendi til frammanundan. Og øll undraðust, tá eg kom heimaftur og kundi fortelja um tað. Men hóast eg persónliga hevði upplivað eitt sindur av verðini uttanfyri Føroyar, kom verðin ikki serliga nógv nærri at Føroyum. Føroyingar lurtaðu eftir tíðindum í útvarpinum og ristu bara við høvdinum at øllum tí undarliga, sum fyrifórst uttanfyri klettarnar. Men tað rakti teir ikki nakað serligt. Lívið gekk víðari sum vant.
Bert fáar ferðir í mínari livitíð, hevur verðin bankað hart uppá dyrnar hjá okkum í Føroyum. T.d. tá oljukreppan kom mitt í 70?unum. Knappliga skuldu vit í Føroyum eisini spara og ikki koyra bil sunnudagar. Vit føldu knappliga eitt band til onnur har úti í verðini, tí vit livdu somu lagnu sum tey.
Og nú aftur tá tann ræðuliga atsóknin var framd í New York tann 11. september. Eitt satt »wake up call«, sum amerikumenn taka til, sum noyðir okkum øll í vesturheiminum - eisini í Føroyum - at hugsa um, hvat tað er fyri ein verð, vit øll liva í. Hvørji felags virði, vit byggja okkara tilveru á, og hvussu vit skulu verja hesi virði, tí ongantíð fyrr - kanska ikki ein gang undir kalda krígnum - hava vit merkt ein triðja veraldarbardaga anda okkum so ísandi kalt í nakkan. Ongantíð hava vit kent okkum so hótt av einum so óndum ósjónligum fígginda, ið ongan sparir - skuldarleys ella ei - og sum kann raka hvar sum helst. Kanska eisini føroyingar. Hetta er ræðandi.
Nú ræður um ikki at lata ræðsluna mála ov nógvar ræðumyndir, sum seta meira split millum menniskju í heiminum enn grundarlag er fyri. Verðin er ikki knappliga bara vorðin svørt-hvít, bara tí nakrir fáir vitleysir valdsgerðarmenn hava vent alt á høvdið. Hesir skulu fyri alt í verðini finnast og revsast, men vit skulu ikki eisini revsa milliónir av skuldarleysum fólkum, sum tilvildarliga hoyra til somu religión sum teir, tí so eru vit ikki stórt betri enn valdsgerðarmenninir, vit berjast móti.










