- Vit mugu taka tað við okkum, at foreldur, sum elska síni børn, eisini kunnu taka lívið av teimum, sigur Vibeke Ottosen, sum er gestagranskari við Universitetið í Oslo, og hon hevur eisini skrivað doktararitgerð um familjudráp.
Norska heimasíðan VG hevur skift orð við granskaran eftir syrgiligu hendingina í Tromsø mánakvøldið, har ein mamma leyp á sjógv og hevði sínar tríggjar døtur við sær, sjey, fýra og hálvt annað ára gamlar.
Tá bjargingarfólk komu á staðið og høvdu fingið tey fýra upp aftur úr sjónum, vóru tey øll lívleys. Um kvøldið var kvinnan og sjey ára gamla dóttirin staðfestar deyðar - og í gjár doyði eisini fýra ára gamla gentan.
Eftir er hálvt annað ára gamla smágentan, sum framvegis stríðist fyri lívinum á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Hvør lagnan hjá henni verður, veit eingin at siga. Tað kann bara tíðin fara at vísa.
VIbeke Ottesen er tað, sum rópt verður lívmenningarpsykologur hjá einum norskum stovni fyri lívvísindi (Institutt for Biovitenskap). Doktararitgerðin hjá henni byggir á eina kanning av 39 barnadrápum og valdstilburðum móti børnum, sum førdu til deyða árini 1990 til 2009.
Í kanningum, hon hevur gjørt í Noregi, er hon komin eftir, at út við 80 prosent av barnadrápunum hendu í samband við, at annað av foreldrunum var í einari psykosu ella framdi sjálvmorð.
Men, hví taka foreldur børn við sær í deyðan?
- Tá tú ert eitt foreldur, sum elskar títt barn, megnar tú kanska ikki tankan, at barnið skal liva uttan teg. Tú skilir umstøðurnar á tín hátt og fremur sjálvmorð. Men, áðrenn tú tekur títt egna lív, gert tú eina meting av, hvat tað verður fyri eitt lív, sum børn tíni koma at hava, tá tú ikki ert meira, sigur VIbeke Ottesen.
Ein størri grein í VG um hesi viðurskifti kann lesast um hesa leinkju - https://www.vg.no/nyheter/innenriks/i/2GwOAv/forsker-de-som-elsker-barna-kan-ogsaa-ta-dem-med-i-doeden?utm_source=vgfront&utm_content=row-4
##med2##