Hóttanir eru objektivar støddir, ikki so? Annaðhvørt er okkurt ella onkur ein verulig hóttan, ella er talan um fyrigyklan. Men veruleikin er helst meiri politiskt litaður enn flestu okkara vilja ásanna. Í fleiri áratíggjur livdi vesturheimurin við »reyðu hóttanini« frá Sovjetsamveldinum, hetta til hóttanin brádliga var horvin, hóast objektiva hóttanin – hópoyðingarvápnini – ikki hvurvu. Og halda vit fast við stórpolitikkin eina løtu, so stendur Irak kríggið eftir sum søguligt dømi uppá, at væl ber til at manipulera við trygdarkensluni hjá eini heilari tjóð við vanlukkuligum avleiðingum. Eina løtu var Saddam ein hóttan ímóti heimsfriðinum og okkum øllum, men løtu seinni var alt ein misskiljing. »War on terror« var altíð ivasamt, munnu tey flestu eftir hondini vera samd um.
Men ótti er eitt effektivt politiskt vápn, tá politiskir aktørar skulu tryggja sær vald. Tað verið seg lond, politiskir flokkar ella einstaklingar. Men okkum nýtist ikki at leita eftir heimspolitiskum hóttanum, fyri at skilja hvussu spælið fer fram. Politiskur retorikkur er sum heild ofta eyðkendur av royndum at mála alternativi sum vissuligan undirgang. Klassiska dømi úr føroyskum politikki er samband vs. loysing kjakið.
Loysa vit, verður vissuliga búskaparskrædl og ræðulig armóð í gerandisdegi føroyinga, hevur søguligi boðskapurin verið hjá sambandsvonginum. Sambandsvongurin livir av at prædika um tryggleika, eins og tryggingarfeløg liva av framtíðaróttanum hjá kundanum. Men loysingarsíðan ger sær eisini dælt av óttanum, tí har verður ávarað um, at ansa vit ikki eftir hvørjum stjórnarskipanarligum komma, er vandi fyri, at vit avreiða okkara tjóðskaparfrælsið í allar ævir. Okkara dagliga breyð og grundleggjandi frælsið standa sostatt altíð bæði uppá spæl, skulu vit taka klassiska loysing vs. samband retorikkin í álvara.
Ikki bangin fyri rúmdarsteinum?
Men at eitthvørt fær støðu sum váði fyri okkara eksistentiellu trygd, frammum okkurt annað, hevur leingi upptikið eygleiðarar. Men heldur enn at spyrja, hvørt okkurt nú veruliga er ein hóttan, ber til at spyrja hvussu okkurt kemur á samfelagsligu dagsskránna sum ein hóttan mótvegis felagskapinum? Og hví okkurt frammum annað?
Samfelagsgranskarin Barry Buzan frá London School of Economics hevur lýst gátuna við at spyrja, hví óttin fyri at stórir rúmdarsteinar raka jørðina, ikki hevur fingið somu støðu á trygdardagsskránni sum nógv onnur trygdarmál? Hví taka heimsins leiðarar ikki stig til at menna eina felags tilbúgvingarætlan at fyribyrgja heimsins undirgangi? Orsøkin er ikki, at eingir seriøsir granskarar eru sum tilmæla einari tilbúgvingarætlan á økinum.
Vit vita til dømis, at rúmdarsteinar regluliga ferðast tætt við jørðina. Harumframt hava vit tøknifrøðina til at menna eina verju á økinum. Við øðrum orðum eru objektivu trygdaratlitini til staðar fyri, at menna ein heimspolitikk á økinum, eins tey eru tá tað snýr seg um hóttandi veðurlagsbroytingarnar. Men rúmdarsteinar sleppa ikki at vera partur av heimspolitisku trygdardagsskránni. Ikki enn í hvussu er.
Dømi verður brúkt til at lýsa júst, hvussu tilvildarligt úrvaldar »stórar hóttanir« eru hóast alt. Við øðrum orðum skal nógv meiri til, fyri at einhvør hóttan skal fáa serstøðu sum eksistentiell hóttan í kollektivu tilvitanini. Sjálvur hevur Barry Buzan vígt stóran part av sínum lívið sum granskara til at kannað »trygdargerð« – ella hvussu okkurt verður góðtikið í einum samfelag sum ein stór hóttan, frammum okkurt annað.
Og sambært honum er frymilin at skapa kollektivan ótta hesin: At eitthvørt verður sætt sum ein eksistentiell hóttan mótvegis onkrum, sum fyri tey flestu í einum samfelag er heilagt. Tað vil elva til eina kenslu av, at tað hevur stóran skund at seta trygdartiltøk í verk fyri at bjarga tí heilaga, sum nú stendur uppá spæl. Og nærum alt kann vera heilagt og harvið ein spurningur um trygd. Við øllum frá likamligari og materiellari trygd til frælsið, moral og samleika. Afturat hesum skal sjálvandi onkur við trúvirði í sosiala felagskapinum mana óttan fram. Og her rennur politiska skipanin til hugs.
Ótti tryggjar vald
Moralski boðskapurin við øllum hesum er sjálvandi, at kenslan av, at okkara einamest heiløgu virðir standa uppá spæl, rættvísgerð ofta óvanlig valds- og trygdarátøk, ið kunnu tæna áhugamálunum hjá valdsharrunum. Tá dansk folkeparti megnar at sannføra veljaran um, at útlendingar »af anden etnisk baggrund« seta donsku vælferðina, tjóðarsamleikan og trygdina í vanda, elvir hetta til óvanliga harðar treytir til uppihaldsloyvið og ríkisborgaraskap. Rokna vit so »war on terror«, ið Danmark eisini var partur av, sum eina trygdarkonstruktión afturat, rættvísgerð henda konstruktión bæði avlurting og onnur inntriv í persónsfrælsið omaná.
Ótti er effektivur, tí at trygdarátøk kunnu rættvísgera so nógv. Betri fyrivarin enn eftirsnarin, er ráðandi normur í modernaða samfelagnum. Og nógvar hóttanir seta okkara heiløgu virðir uppá spæl. Hóttanir mótvegis sosiala felagskapinum hava sína egnu longu søgu. Ígjøgnum miðøldina og tíðina aftaná vóru tað tey sum onkunsvegna viku frá »sonnu trúnni« ið vóru sædd sum hóttan ímóti sosialu skipanini og trúnni, sum tá var límið ið helt samfelagnum og felagsmoralinum saman. Heksir, fríkirkjur og religiónsskeptikarar vóru ofta á kirkjupolitisku trygdardagsskránni – hesi máttu fyribyrgjast og í summum førum fyribeinast.
Ógvusligu heksabrenningarnar teljast millum meiri víðgongdu dømini um, hvussu sterk politisk drívmegi óttin kann vera. Eygleiðarar brúka tí ofta hugtakið »modernað heksajagstran«, tá onkur ávísur samfelagsbólkur brádliga fær serstøðu sum ein hóttan ímóti trygdini og friðinum í samfelagnum.
Stingur djúpt
At ótti og hóttanir eru munagóð politisk vápn, er nú kanska ikki ein so stór gáta hóast alt. Ótti er universellur og partur av okkara egnu lívfrøði. Øll kenna til ótta viðhvørt. Upprunin til ótta er nevnliga at finna í okkara evolutioneru fortíð, har ótti var ein neyðug fortreyt fyri at yvirliva, tí alneyðugt var at vera vakin fyri møguligum hóttanum í nærumhvørvinum. Men heilagranskarar vísa á, at størsti munurin á menniskjum og øðrum djórum eru evnini og førleikarnir til at óttast fyri framtíðini.
Tí øll djór vísa beinleiðis hóttanum ans – um eitt annað djór ætlar at eta tey til dømis – men tað serstaka við menniskjanum er okkara árvakna og høgt menta tilvitan. Vit, í mun til onnur djór, eru tilvitað um framtíðina og ikki bert núverandi løtuna, og óttin eigur tí sín greiða part tá vit hugsa um framtíðina. Trupuleikin við okkara innbygda og nátúrliga ótta er bert, at hann langt frá altíð er eins rationellur og tí altíð eitt lætt offur fyri konstrueraðum framtíðarhóttanum, hóast hesar ofta verða blástar útum allar proportiónir.
Men ikki allar hóttanir eru eins effektivar sum politisk vápn. Okkara innbygdi evolutioneri ótti leggur størsta dentin á yvirlivingina. Hóttanir um at okkara lív so ella so kunnu vera í vanda, eru tí serliga effektivar. Hesin grundleggjandi óttin er grundarlagið fyri øllum hernaðar og trygdarpolikki, og hevur ferð eftir ferð verið brúktur til at fáa undirtøku fyri kríggi. Men yvirliving er eitt breitt hugtak. Okkum tørvar eisini ein samanhangandi sosialan felagskap til at yvirliva, og skal sosiali felagskapurin yvirliva, tørvar honum ofta moralsk virðir.
Og megnar ein politiskur aktørur at sannføra eina fjøld um, at hesi kærkomnu felagsvirðir eru í vanda – tað verið seg frá fremmandum, fundamentalistum ella øðrum uttanfyri felagskapin – kann óttin rættvísgera øll hugsandi trygdarpolitisk inntriv og átøk.