Tølini siga, at TB eigur tættastu verjuna av øllum, og at ÍF verjan seinastu ferðirnar hevur verið sum ein opnahjallur. Í fimm umførum eru trý mál farin ígjøgnum hjá TB, meðan tað eru farin sekstan mál ígjøgnum hjá ÍF málverjunum Oliver Korch og Hallgrími G. Hansen.
Málmunurin hjá TB er 2-3. Tað kemur næstan ikki fyri, at so fá mál verða skorað í fimm dystum. Síðsta dømið um so fá mál ella rættari uppaftur færri var fyri fjúrtan árum síðani.
VB átti fínt lið, sum vann FM í 2000. Í 2002 var úrtøkan eftir fimm umfør átta stig. Heilt merkisvert var tað, at málmunurin vra 2-1!! VB-HB 0-0, Skála-VB 0-1, VB-NSÍ 0-0, EB/Streymur-VB 0-1 og einasta tapið var ímóti TB, sum vann 1-0 í oyggjauppgerðini á Sevmýri.
Meðan VB við 2-1 í málmuni í fyrstu fimm umførunum í 2002 vann átta stig, so hevur TB higartil í ár við málmuninum 2-3 vunnið seks stig.
Í TB hava teir ásannað, at tað er á heimavølli, at fulla úrtøkan skal vinnast, og ikki minst ímóti ÍF ger hetta seg galdandi.
Rógvi Joensen, sum hevur skorað bæði TB málini í ár, er tøkur aftur, eftir at hann fyri viku síðani var burturstaddur. Verjuspælarin Absalon Eliasen er framvegis ivasamur.
Verjutrupulleikarnar í Fuglafirði eru ikki vornir minni:
-Tað telur rætta vegin, at bæði Poul Nolsøe Mikkelsen og Jan Ó. Ellingsgaard hava verið aftur á vøllinum, men Poul hevur ikki spælt síðani fyrst í februar. Sunnudagin var John Daniel Guðjónsson fyri fyrstu ferð í miðverjuni. Eftir dystin vísti tað seg, at hann hevur brotið hondina, so tað verður í venjingini í kvøld, at vit fara at royna at finna út av, hvørjir eru førir fyri at spæla, sigur ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen.
Gunnar Christiansen, John Daniel Guðjónsson og Dánjal Pauli Højgaard eru ikki tøkir. Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard og Oliver Korch eru farnir at venja aftur, eftir at teir hava verið skaddir.