Títlingur vann fyrsta róðurin

Barnaróður gentur: Fjarstøðan aftur til næsta bátin var fimm sekund

Nýggja 5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag vann barnaróðurin fyri gentur á norðoyastevnu.

Tað luttóku 14 bátar, og sigurin var sannførandi. Títlingur var fimm sekund frammanfyri Sævarmoy, sum er nýggja navni á 5-mannafari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

Ørnin úr Sandavági var eitt vet aftanfyri Sævarmoy, og so var týðuligur munur aftur til Firvald av Tvøroyri og so Fípuna Føgru úr Klaksvík.

 

1 Títlingur            02.46.06

2 Sævarmoy       02.51.07

3 Ørnin                 02.52.00

4 Firvaldur           02.54.16

5 Fípan Fagra     02.56.14

6 Dúgvan             02.56.18

7 Beinta               03.01.40