Túsundtals fangar flýddir í Egyptalandi

Fleiri túsund fangar flýddu úr einum fongsli har norðuri í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo í nátt. Tíðindastovurnar skriva, at fangarnir løgdu á vaktarmenninar og rýmdu. Sagt verður, at fleiri víðgongdir islamistar eru millum teirra, sum eru flýddir. Eitt nú ljóðar, at nakrir av leiðarunum í Islamska Bróðurskapinum eru slopnir úr fongslinum.

Í Kairo og øðrum stórum býum halda mótmælini fram. John Simpson, sum er tíðindamaður hjá BBC í Kairo, sigur, at herurin hevur verið sera varin í dag, og hann ivast ikki í, at amerikanska stjórnin hevur ávarað egyptisku leiðsluna ímóti at fara ov harðliga fram.

John Simpson vísir á, at egyptiski herurin er útgjørdur við amerikonskum vápnum, og at USA hevði verið fyri hvøssum atfinningum, um herurin brúkti amerikonsk vápn og amerikanskt lóður ímóti mótmælisfólkinum.

Í gjárkvøldið gingu leysasøgur í Kairo um, at Hosni Mubarak, forseti, var flýffur av landinum, men tað varð seinni avsannað. Hinvegin skriva tíðindastovurnar, at fleiri skyldfólk hjá Mubarak og fleiri múgvandi egyptar eru farnir av landinum.