Túsundtals danir fáa uppsøgn í næstum

Fólk, sum arbeiða hjá donskum ídnaðarfyritøkum, eiga ikki at kenna seg heilt trygg, tí ein kanning hjá Danska Ídnaðarfelagnum vísir, at hetta til árslok fara 7.500 fólk í ídnaðinum at missa arbeiðið.

Steen Nielsen, sum er undirstjóri í ídnaðarfelagnum, ásannar, at kanningarúrslitið er ikki tað, sum hann hevði væntað, tí tann vanliga uppfatanin er, at tað fór at ganga tann rætta vegin nú.

-Støðan um alt Evropa er ein partur av frágreiðingini. Harafturat kemur, at tey seinastu nógvu árini hava vit útholað okkara kappingarførið við størri lønarhækkingum enn í øðrum londum, sigur Steen Nielsen við TV2.

Í danska ídnaðarfelagnum hava tey eisini hug at geva politikarunum ein part av skyldini, skatturin og avgjøldini tyngja ov nógv.