Týskur venjari sekkjaður

Nú er fyrsti venjarin í týsku bundesliguni sekkjaður. Tað hevur gingið sera illa hjá Borussia Mønchengladbach í byrjanini av týsku kappingini, og eftir at liðið bert hevur vunnið trý stig í sjey dystum, hevur leiðslan sagt venjaranum Jos Luhukay úr starvi. Leiðslan í felagnum kom til hesa niðurstøðu, eftir at hava fundast um vikuskiftið.