Danskir mynduleikar gera av, hvør sleppur til Føroya og hvør ikki sleppur til Føroya.
Hetta ber ikki til.
Føroyskir mynduleikar skulu gera av um landamørkini eru opin ella stongd. Føroyskir mynduleikar skulu gera av hvør sleppur til Føroya og hvør ikki sleppur.
Føroyingar vita best hvat tænir Føroyum og føroyingum. Tí skulu vit ráða okkum sjálvum.