Týskland-Turkaland 3-2 (1-1)
Alla EM-kappingina hava turkar hótt við at umskrivað kendu orðini hjá Gary Lineker um, at fótbóltur er eitt spæl millum 22 mans, og har týskarar altíð vinna at enda.
Bæði í bólkaspælinum og í fjórðingsfinaluni eydnaðist turkum at venda vónleysari støðu, og við einum meturlangum skaðalista undan hálvfinaluni, tóktist uppgávan móti Týsklandi fullkomuliga vónleys.
Líka løgdu turkar tó í. Teir trýsta frá fyrsta bríksli, og tað var fult uppiborið, at Ugur Boral skoraði til 1-0 eftir 22 minuttum. Leiðslan vardi tó bert fýra minuttir, áðrenn Bastian Schweinsteiger hevði javnað, og tá Miroslav Klose skoraði til 2-1 í 79. minutti, var øll vón fokin - hildu tey flestu.
Turkar góvu tó ikki upp. Fatih Terim tveitti allar sínar menn fram, og fýra minuttir undan dystarloki javnaði Semih Senturk, og so var fagnaðurin øgiligur. Øgiligur var hann tó bert í fýra minuttir, tí tá setti Philip Lahm punktum við einum frálíkum máli til 3-2.
Og so gjørdist fótbóltur kortini eitt spæl, at týskarar altíð vinna at enda...