Ein meiriluti av týska Samveldisdegnum samtykti fyrrapartin, at Týskland skal koyra fleiri milliardir evrur afturat í grunnin, sum skal hjálpa teimum neyðstøddu evrulondunum burtur úr kreppuni.
Tað er sera avgerandi, at Týskland er við í krepputiltøkunum, sum skulu bjarga Suðurevropa, og Angela Merkel, kanslari, hevur brúkt alla sína politisku orku til útvega teimum neyðstøddu londunum ta neyðugu hjálpina.
Hóast meirilutin av Samveldisdegnum tekur undir við Merkel, eru teir týsku veljararnir ikki serliga fegnir um at brúka so nógvar pengar til at hjálpa øðrum londum. Eitt nú vísti ein meiningakanning fyri stuttum, at tríggir fjórðingar av teimum spurdu týskarunum vóru ímóti at lata Grikkalandi meiri hjálp.