Tískil verður sakin nú løgd burtur!

Leiðarin av kriminaldeildini legði í fjølmiðlunum í gjár undirritaða undir at siga ósatt og gevur samstundis fólki ta fatan, at løgreglan enn arbeiðir við málinum um hóttanir móti okkum sum familju. Samstundis upplýsti sýslumaðurin í Suðri at teir arbeiða við málinum, og at avhoyringar verða gjørdar í komandi viku.

Av tí at hetta ikki samsvarðar við upplivingar okkara og teir upplýsingar, sum løgreglan hevur givið okkum, viðleggi eg bræv teirra dagfest h. 04.03.03. Í brævinum boðar løgreglan frá at málið er kanna so nógv sum til ber, og at teir, hóast vitan um hvaðani SMS hóttanin var send, ikki kundu staðfesta hvør hevði sent umrødda SMS- boð, og : tískil verður sakin nú løgd burtur.

Forsøgan:

Fyri nøkrum vikum síðani ringdi tíðindamaður á Sosialinum, hann spurdi m.a. hvussu sakin um sprongda postkassan og drápshóttanirnar endaði. Eg greiddi honum frá at politiið, sambart hjálagda bræv, hevði lagt sakina burtur, men at vit høvdu sent bræv til fútan, leiðaran av kriminaldeildini og politistin, ið undirskrivaði brævið, og gjørt vart við okkara ónøgd yvir arbeiði teirra.

Mánamorgunin farna ringdi sami journalistur í øðrum ørindum, tá spurdi hann um nýtt í málinum. Eg svaraði stutt at einki var hent, og at ongin av hesum trimum hevði ómaka sær at tosa við okkum, eftir at brævið varð sent teimum.

Tað kom óvart á okkum at tíðindamaðurin, nú so langt var fráliði samrøðuna, tísdagin skrivar um málið- tó er tað hansara fulli rættur. Meira ófatuligt uppliva vit tó, at løgreglan nú knappliga hevur tí og hug til viðmerkingar, m.a. við at skuldseta undirritaða fyri at siga ósatt og geva fatan av at teir, alla tíðina og enn, arbeiða við málinum. Hetta er jú beint í stríð við upplýsingarnar í brævi teirra til okkum- og harvið ósatt.

Postkassin var sprongdur í luftina náttina til sunnudagin h. 10. nov. 02. Vit ringdu til løgregluna, sum beinanvegin kom á staðið. Teir vóru vinarligir og fryntligir, royndu, eftir okkara tykki, at stilla órógv okkara, bóðu okkum samla restirnar av postkassanum saman og blaka burtur ( hetta til okkara stóru undran).

Síðani saknaðu vit teir- ikki eitt orð sunnudagin, sunnukvøldið ella mánamorgunin- men tá ringdu bløðini, høvdu frætt tíðindi, hvaðani vildu tey ikki út við. Vit høvdu hvørki orku ella hug at tosa, tey vóru tó skjót á staðnum- men eingin løgregla. Tá gjørdu vit av at boða teimum frá at fjølmiðlarnir høvdu verið á vitjan, og undran okkara yvir manglandi leiklut løgreglunnar. Tá vóru teir skjótir, avhoyrdu okkum og tóku myndir av postkassaleivdunum. Hesar hevði eg lati liggja, tí eg fekk meg ikki at trúgva at løgreglan ongan áhuga hevði í teimum.

Soleiðis upplivdu vit gongdina teir fyrstu dagarnar- at fjølmiðlarnir vístu nógv størri áhuga enn løgreglan, sum tó, eftir okkara metan, vaknaði tá teir hoyrdu um fjølmiðlavitjanirnar. Tað er møguligt at leiðarin á kriminaldeildini metir nakað annað, men tað gevur honum ongan rætt at koma og siga at okkara upplivingar eru ósannindi!

Tá brævið kom, sum boðaði frá at sakin var løgd burtur, noktaðu vit at trúgva tí. Vit valdu tá at skriva brævið til løgreglumyndugleikarnar, eitt bræv, sum vit høvdu vænta eina skilagóða og sakliga frágreiðing uppá. Men har vóru vónirnar ov bjartar. Í staðin upplivdu vit í gjár, sum fyrsta svar uppá brævið, at verða úthongd av løgregluni, nú fjølmiðlarnir taka sakina upp- og loyva sær at undrast.

Eftir okkara tykki ein løgin atburður.

fam. vegna

Jenis