Týskarar krevja vetrardekk

Meðan myndugleikarnir í Føroyum heita á bilførarar um at skifta til vetrardekk hesa ársins tíð, eru týskarar farnir eitt stig longur. Frameftir verður tað ólógligt hjá týskum bilførarum at koyra uttan vetrardekk, tá ið tað er kavi.

Áður hevur tað verið kravt, at bilar á týsku vegunum skuldi hava dekk, sum egnaðu seg til umstøðurnar, men fríggjadagin avgjørdi Ríkisráðið, at bilar frameftir skulu hava vetrardekk, um tað er kavi.

Eisini varð revsingin fyri at koyra við summardekkum í kava herd munandi.