Djóraverndarfelagið
??????????????????
Leygardagin 9. oktober ringdi fólk og boðaðu frá, at menn vóru farnir á fjall, og meiningin var at stinga seyðin í staðin fyri at skjóta hann. Vit bóðu viðkomandi ringja til landsdjóralæknan. Viðkomandi ringdi aftur og segði, at djóralæknin segði, at tað var forboðið at stinga, tí tað var at pína seyðin. Tað er bert loyvt at skjóta seyðin. Hann segði, at viðkomandi kundi ringja til løgregluna og boða frá.
Seyður er í veruleikanum ógvuliga "menniskjansligur", jf. grein um Seyð og strongd hjá John D. Olsen í Dimmu leygardagin 9. oktober 2004. Seyður kennir andlit aftur, 10 fólkaandlit og 50 seyðaandlit í upp til 2 ár, og hann følir seg ikki einsamallan, um hann hevur eina mynd av einum øðrum seyði framman fyri sær. Tá ið øll nú vita hetta, so er tað ein beistager av teimum ringastu at lata seyðin, sum bíðar eftir at blíva dripin (skotin altso) síggja høvdini á tí seyði, sum longu er avhøvdaður. Vónandi syrgja menn fyri at hetta ikki hendir.
P.S. Tað er heldur ikki loyvt at hava seyðin liggjandi niðurbundnan.